Steypakappingarnar hjá dreingjum og smágentum avgreiddar í morgin

Nú fótbóltsárið er farið at halla, verða alsamt fleiri av steypakappingunum hjá teimum yngru avgreiddar. Í morgin eru soleiðis kappingarnar hjá bæði dreingjum og smágentum.

Kappingin hjá dreingjum, sum upprunaliga skuldi vera í Vágum, er flutt til høvuðsstaðarøkið og verður spæld í Havn og á Argjum.
Níggju lið eru við, og eru tey koyrd í tríggjar innleiðandi bólkar. Í bólki A spæla B36, KÍ og B68 á ovara vølli í Gundadali, í bólki B spæla VB, B71 og TB á Argjum, og í bólki C spæla HB, NSÍ og ÍF á niðara vølli í Gundadali.
Lagt verður til brots klokkan tíggju á øllum trimum støðunum, og hvør dystur er tvær ferðir eitt korter.
Vinnararnir úr hvørjum bólki koma so í ein finalubólk, sum verður avgreiddur á Argjum.
Hin steypakappingin, sum er tann hjá smágentum, skuldi upprunaliga vera í Vági og Sumba fyri einari viku síðani, men hon verður nú í staðin spæld í morgin í Runavík og á Toftum.
Níggju smágentulið eru við, og spæla tey fyrst í tveimum innleiðandi bólkum. Í bólki a spæla NSÍ, EB/Streymur, HB, VB og B36 í Runavík, og í bólki B spæla KÍ, ÍF, B68 og B71 á Toftum.
Vinnararnir í bólkunum spæla finalu og tey bæði næstfremstu liðini spæla um bronsu. Teir báðir dystirnir verða spældir í Runavík.