Stig á leiðini - til Iqaluit í Baffinoy í NUNAVUT

Annar partur av ferðafrásøgn hjá Erlingi Simonsen frá ferð í Nunavut, har hann vitjar dóttur sína Rannvá, ið er gift og býr har

Her sita vit spent í belti og bíða eftir tí, sum nú fer at koma.

Jú, vit vita, at nú kemur tað, sum plagar at koma.

Ternurnar stákast og bera hvørjum tað, sum honum tørvar av ymsum leskiligum. Sjálvur roynir tú sum frægast at fáa rúmd fyri øllum á tínum tilmálda borði, hóast tú ivast, hvussu tú kanst fáa tað at bera til. Borðini eru tíverri einki vaksin, síðan tú vart her seinast ? kanska heldur tvørturímóti. Alt gongur, sum tað eigir.

Vit koma vegin fram ? fyrst til Keypmannahavnar, liggja nátt har, so aftur á flog við SAS ? hesaferð til Kangerlussuaq (norðara Streymfjørðin) á vesturstrond Grønlands.

Hesin flúgvarin var heldur størri, enn vit eru von við.

Eg fái sjáldan hildið skil á teimum ymsu útgávunum á flogførum, støddum o.s.fr., so eg meti bara um støddina við at telja stólar og gongdir úr bakborð í stýriborð ? hesin flúgvarin hevði 2 sessir í hvørjum borðinum og 4 í miðjuni og 2 gongdir.

So hann var hampuliga stórur. Teir heilt stóru jumbojettarnir hava 3 sessir í hvørjum borðinum og einar átta í miðjuni.

Tá ið tú flýgur langar leiðir , reisir seg ein serligur spurningur, og hann eitur tíðin.

Tað tekur eina ávísa tíð at ferðast ein vissan tein, men tú skalt eisini flyta klokkuna eitt vist tímatal, alt eftir um tú ferðast eystureftir ella vestureftir.

Tá ið tú kemur til Danmarkar úr Føroyum, verður klokkan flutt ein tíma fram, úr Danmark til Grønlands verður hon flutt 4 tímar aftur, úr Grønlandi til Baffinoy 2 tímar aftur.

Munurin úr Føroyum til Iqaluit í Baffinoy er 5 tímar ? tá ið klokkan í Iqaluit er 6 um seinnapartin, so er hon 11 um kvøldið í Føroyum og á egna urið tínum, sum tú hevur á skøvninginum.

Og tað er tann vanliga songartíðin heima , men her, sum tú nú ert, er klokkan ikki meira enn 6 ? altso noyðist tú at bíða 5 tímar, áðrenn vanlig songartíð verður her á staðnum ? og t á er føroysk klokka 4 um morgunin.

Í royndum tínum at laga teg eftir hesi nýggju klokkutíðini verður tú bæði linur og ússaligur ymsar tíðir á degnum, og nakrir dagar ganga, áðrenn tú kemur rættuliga fyri teg.

Eg giti, at ein dagur gongur fyri hvønn tíma, tú skalt flyta klokkuna aftur, áðrenn alt er heilt í lagi aftur.

Henda trupulleikan kalla tey JET LAG (framborið sum o.u.: gjett-legg).

At flúgva heimaftur eystureftir eru hesir trupulleikarnir nógv lættari at basa eftir mínum fáu royndum.

Tá ið vit hugsa um at flúgva langar leiðir, hugsa vit vanliga um at ferðast til Íslands, Onglands ella Danmarkar. Tað kunnu vit líkasum fata í huganum. Slíkar teinar eru vit meira von við.

Men tá ið talan er um at ferðast um stór høv og heilar veraldarpartar verður alt nógv øðrvísi. Tað ber til at rokna tað út , at flúgva einar 5?6 tímar úr Europa til Amerika ? at tað er o.u. 3 ferðir longri flogtíð enn úr Vágum til Kastrup.

Hugsa bara um, at hesin teinur er á leið tann sami sum tann úr Kastrup inn í Pakistan eystur móti India. Og bara breiddin á Norðuramerika er um at vera sami teinur.

Hugsa so eisini um, hvussu nógv tað kann hava at týða at búgva í Ottawa ella í Vancouver t.d. Úr Halifax ella Ottawa eru einir 4 tímar at flúgva til Iqaluit.

Og kostbart er eisini at flúgva innanlendis her.

Tú kanst fáa góð tilboð upp á ferðaseðlar yvir um hav, sum eru betri enn úr Vágum til Kastrup.

Men skalt tú flúgva innanlendis , eru prísirnir ikki lægri enn teir, vit eru von vid.

Tá ið vit hava bíða ein tímans tíð í Kangerlussuaq er eitt kanadiskt flogfar til reiðar at taka okkum um borð og føra okkum yvir um Davis strætið til Baffinoy í Nunavut.

Hesin flúgvarin flýgur bert ta einu ferðina um vikuna.

Undirtøkan man ikki vera fyri meiri enn tí eina túrinum - vit eru ikki tjúgu á hesari ferðini.

Stílurin er heldur øðrvísi enn vit eru von við.

Her skal alt henda í senn. Tú fært borið upp í føvningin tað, sum tú hevur tørv á av etandi og drekkandi. Sum tú situr og skal njóta henda góða bitan, koma tey at krevja inn fyri hann.

Ikki tí, at tíðin er so ógvuliga knøpp - vit eru ein góðan tíma á flogi - tað man heldur vera tað, at alt er ikki lagt so væl til rættis.

Tá ið tú flýgur yvir Grønland, eru høg fjøll og stórir jøklar at síggja so langt eygað sær.

Á leiðini vestur til Baffinoy eru fjøllini lægri og ikki so ógvuslig á at líta.


KAVI

Ein morgunin tíðliga í oktober mánaða ljóðar morgunsangurin í húsinum: »Yahuu - yihiiiii - snow is here, snow is here.«

Tað er hvítt úti - ein bilur liggur í veitini beint uttanfyri.

Kavin verður liggjandi kanska heilt til juni. Enn er ikki stórt kaldari enn o.u. 0 stig, men skjótt verður kaldari. Seinni á vetrinum kann kuldin fara niður á 40 - 50 kuldastig.

Tá ið vit koma sveimandi inn eftir fjørðinum - hetta er fjørðurin sum á enskum verður nevndur Frobisher Bay - síggja vit smá hús í kavaklædda landslagnum.

Nú vit hava fingið fast undir fótin aftur, hava vit fyri okkum eini svávulgul flogvallarhús, og vit vita, at nú eru vit komin vegin fram til Iqaluit, komandi høvuðsstaðin í nýggja landspartinum Nunavut.

Ikki skulu vit sleppa í gjøgnum tollin, fyrr enn vit eru kannað - ella ið hvussu so er, hava svarað onkrum spurningum.

Nú er tað at siga, at áðrenn vit fóru heimanifrá, høvdu vit fingið ein langan lista yvir alt tað, sum vit skuldu hava við okkum sum ferðagóðs.

Millum alt tað góða, sum gjørdu okkum byrðina tunga, vóru tólv heimabakað rugbreyð.

Tað vóru hesi tólv rugbreyðini, eg hevði í huga, tá ið tollarin spurdi meg, fyri hvussu nógvar pengar eg hevði av tollskyldugum vørum. Eg hugsaði meg um eitt bil og segði so, at tað visti eg ikki reiðiliga.

Tá ótolnaðist gamli og segði avgjørdur.

»Do you have for more than 50 dollars, yes or no?«

Eg noyddist at bíta ivan í meg og segði spakmæltur: »No«

Og sloppið varð.


PUALU

Og frøin er stór.

Kann hon vera annað? Serliga, tá ið øll leypa um hálsin á tær - abbasynir, dóttir og versonur, hvør um annan. Tað tykist, sum um ár eru gingin, síðan vit sóust seinast.

Alt viðførið er komið fram í øllum góðum - eisini tey tólv breyðini. Tað varð fingið inn í bilin. Vit koyra so gjøgnum allan býin. Hann er ikki so ógvuliga stórur, her búgva eini góð fýra túsund fólk - tað tekur o.u. eitt korter at koyra til tann eystara endan, og her skulu vit halda til tær komandi tríggjar vikurnar.

Og hvør stendur uttanfyri og tekur í móti okkum?

Jú, eingin annar enn Pualu - lítli vøttur - heilsar okkum øllum vælkomnum. Júst lítil er kanska ikki tað rætta orðið. Men heilt útvaksin er hann ikki, Og blíður er hann og veit ikki hvørjum beini,hann skal standa á - hann hevur jú fýra - og hann vil verða kíndur og kláaður og strokin og hann leggur seg víðopnan og vil hava meiri.

Jú, hetta er Pualu, sletuhundur av Alaska-sletuhundaslag. Um bringuna er hann sum mansbulur, og frambeinini eru í tjúkt eins og tín egni armur.

Sterkur er hann sum ein bjørn, tað síggja vit á lagnum, tá ið hann fer dragsandi av stað við báðum dreinginum við tí fúkandi ferð við sletuni bundnari í einum enda føstum í einum selum, sum hann ella rættari hon - tí hon er tík - hevur um bringuna.

Tá ið vit hava verið ein dag ella báðar tveir, er hon eins blíð við okkum nýkomnu sum við hini húsfólkini.

Sletuhundar goyggja ikki. Her siga tey, at teir gráta.

Vit búgva í einum býaparti, ella kanska heldur í eini bygd, sum liggur fyri seg sjálva eystan fyri sjálvan býin. Her eru rættuliga nógvir hundar - eg haldi, at her eru fleiri enn aðrastaðni í býnum - og teir flestu standa í tjóðri. Allir hava teir eitt hundahús ella ein kassa, sum teir kunnu fara inn í. Bert heilt fáir ganga leysir.

Serliga í skýmingini kunnu teir fara at láta. Fyrst fer ein at láta, so tekur ein annar undir við honum, so ein annar, so svarar ein aftur. Soleiðis kunnu teir halda á eina góða løtu, til teir so tagna aftur, tá ið teir hava hoyrt, hvat ið hinir halda um lívið.

Tá ið Pualu hevur ligið uttanfyri í kuldanum meginpartin av náttini, kann hon knapliga koma at hugsa um, at fólk liggur inni í húsinum og at onkur kanska kundi komið og kláað og strokið henni eina løtu. So fer hon at láta ella hvína spakuliga - tó so hart, at tú vaknar av tí, um tú liggur beint innanfyri.

Tað, sum vit eru von við heimanifrá, er at vit hava bilin standandi í túninum. Her hava tey bæði bil, hundasletu, bát og »skidoo«. Hetta er tað, sum vit hava hoyrt um undir navninum kavaskutara.

Bara nóg mikið av kava er komið niður, so kanst tú koyra við hesum akfarinum alla staðni uttan mun til, um vegur er ella ei. Eina slíka skidoo kanst tú eisini spenna fyri hundasletuna. ? Tað er so mangt, sum ber til.

Nú vit eru við akførini, so er eitt sum vit ikki hava sæð heima hjá okkum enn - og tað er eitt , sum tey kalla »four wheeler«. Hetta minnir nakað um eina motorsyklu - sum hevur fýra stór hjól við breiðum dekkum.