Stinga høvdini saman eftir valið

Arbeiðsgevarafelagiðfer at tosa við fakfeløgini um at lønarkrøv og skattalætta beint eftir løgtingsvalið

Lønarkrøv og skattalætti

Beint eftir løgtingsvalið fara arbeiðsgevararnir at boðsenda fakfeløgunum á fund at tosa saman um lønarvøksturin tey komandu árini.
Tað samtykti arbeiðsgevarafelagið á nevndarfundi mikudagin.
Sostatt løgdust arbeiðsgevararnir ikki á boðini, nú umboð fyri fakfeløg hava latið dyrnar upp fyri einum kjaki um, hvussu nógv tímalønirnar skulu hækka tey komandu árini.
Tað er serliga formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevur mælt til, at fáa eina avtalu ílag ímillum arbeiðsgevarar, fakfeløg og landsstýrið um, at tímalønin skal ikki hækka meiri.
Men fyri at tey tímaløntu ikki skulu verða verri fyri, er tað samstundis ein treyt, at skattur og avgjøld samstundis lækka, eins og prísseðgur skal setast í verk, so at keypiorkan kortini veksur.
Men eisini forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag hevur boðað frá, at hon kann umhugsa at taka slíkar samráðingar um, men lønarsteðg vil hon ikki hoyra talan um. Hjá henni kann talan í mesta lagi vera um at avmarka lønarkrøvini afturfyri at fáa skattalættar.

Skal takast upp
Mikudagin høvdu arbeiðsgevararnir fund og har var niðurstøðan, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp.
Men teir halda eisini, at tað er nyttuleyst at taka hetta málið upp beint nú, valstríðið leikar á sum harðast og tað verður í hvussu so er ikki, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað, at nøkur politisk viðgerð av hesum málið kann fara fram.
? Men so skjótt, valið er av, fara vit at venda okkum til fakfeløgini at tosa um hesi viðurskifti, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Hann sigur, at á hesin fundinum við fakfeløgini er ætlanin at vita, akkurát, hvar partarnir standa í hesum máli, so at teir skilja hvønn annan.
Tað, sum fakfeløgini síggja fyri sær, er, at tey skulu semjast við arbeiðsgevararnar um hesi viðurskiftini og so skulu báðir partar við einum felags uppleggi taka samráðingar upp við landsstýrið.
Og tað er eisini hesin framferðarhátturin, sum arbeiðsgevararnir halda vera tann rætti.

Krevja ikki lønarsteðg
Men stjórin í Vinnuhúdsinum leggur dent á, at arbeiðsgevararnir krevja ikki lønarsteðg.
?Tankin um, at lønin ikki skal hækka meiri, er ikki komin frá okkum. Tað, sum hevur týdning fyri okkum, er, at hesi viðurskiftini verða tikin upp til viðgerðar og at útgangsstøðið fyri hesi viðgerð er tann veruliga støðan, sum virkini eru í.
Og tann veruliga støðan, sum virkini eru í, er, at tey hava tað sera trupult og heldur hendan gongdin fram, stúra vit fyri, at arbeiðspláss í størri og størri mun verða flutt av landinum.
Men, hvussu stórur lønarvøksturin skal vera, vil hann ikki siga nakað um. Somuleiðis heldur hann eisini, at tað er ov tíðliga at viðgera smálutir í málinum.
? Vit síggja longu nú at arbeiðspláss í stóran mun verða flutt av landinum. Tað vísur allur tann nógvi fiskurin, sum verður fluttur óvirkaður av landinum.
Orsøkin til tað er, at virkini eru ikki kappingarfør og fáa tískil ikki keypt fiskin.
? Tí er tað av sera stórum týdningi, at gongdin í lønunum samsvarar við tann veruleika, sum virkini arbeiða undir.
Hann vísir á, at hesi seinastu árini er kappingarstøðið hjá okkum versna heilt munandi afturímóti vøkstrinum í grannalondum okkara.
?Mesti fiskurin, sum fer óvirkaður av landinum, fer til Skotlands, har hevur lønarvøksturin verið helvtin av okkara. Tá ið so lønin heldur ikki er meiri enn helvtin av okkara, rakar tað fyra ferðir so hart hjá okkum. Í Skotlandi hevur lønarvøksturin verið kanska 2,5% um árið av eini tímaløn upp á 50 krónur, men hjá okkum hevur lønarvøksturin verið 5% um árið av eini løn sum táttar í 100 krónur um tíman.
? Tí versnar okkara kappingarførið so ómetaliga skjótt og tað er av størsta týdningi at hesin spurningurin verður tikin upp.
Fakfeløgini hava boðað frá, at tað, sum hevur týdning fyri tey, er, at teirra limir ikki skulu vera verri fyri.
Og tað skilir Jan Mortensen væl.
?Men tað kann gerast upp á nógvar mátar. Ein máti er at gera tað bíligari at liva, tí so verða tey betri fyri.
Tann, sum hevur talað harðast ímóti at tengja lønarsamráðingar og skattalættar saman, er formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Eisini tað skilir Jan Mortensen.
?Lækkar skatturin er tað fyrst og fremst limaskarðin hjá Starvsmannafelagnum, sum verður raktur, tí limatalið í Starvsmannafelagnum er tengd at, hvussu nógvan skatt tað almenna krevur inn.
? Men í hesum málinum er kanska í veruleikanum andsøgn ímillum áhugamálini hjá fakfeløgunum á privata- og á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Jan Mortensen.
? Heldur hendan gongdin fram, fer talið á verkafólkið at minka, tí arbeiðspláss verða flutt av landinum, men tær almennu útreiðslurnar hækka og tað styrkir grundarlagið undir starvsmannafelagnum.