Tað hevur skapt øsing millum viðhaldsfólkini hjá Liverpool, at teir báðir stjórarnir í felagnum, Tom Hicks og George Gillett Jr. hava nýtt 2,75 mió kr. úr kassanum hjá felagnum ferðing, juridiska ráðgeving og annað. – Tað var meiningin, at teir skuldu vera við til at menna felagið, og eitt nú lovaðu teir, at eitt nýtt stadion skuldi byggjast. Nú síggja vit, at felagið hevur eina milliardaskuld, og at eigararnir oman á tað heila nýta felagið at rinda privatar útreiðslur, sigur ein talsmaður fyri viðhaldsfólkini við enska Guardian.