Andrass Holm Arge, stjóri á Brúkaraumboðnum hevur sagt seg úr starvi frá 1. august.
Hann varð fyri trimum árum síðan áramálssettur í fimm ár, men fer kortini longu nú.
Landsgrannskoðanin kom við hørðum atfinningum móti Brúkaraumboðnum, sum hevði brúkt pening hjá stovninum privat.
Johan Dahl, landsstýrismaður vil ikki siga, um Andrass Holm Arge hevur sagt upp av sínum eintingum ella er biðin um at siga upp. Hann sigur bara, at stjórin hevur sagt upp.
Tað hevur ikki eynast at fáa viðmerking frá stjóranum, og aðalstjórin, sum í lýsingini eftir nýggjum stjóra verður til, er farin í feriu.
Brúkaraumboðið hevur heimstað í Vági, skal nú flyta til Havnar. Johan Dahl sigur orsøkina vera, at skilabest er at hava Búkaraumboðið undir sama taki sum Kappingareftirlitið. Haraftrat er torført at fáa skikkaðar umsøkjarar til størv í útjaðaranum.