Hondbóltur
Unga VB-liðið fekk av álvara sína sak fyri, tá tær sunnudagin møttu einum Stjørnu-liði, sum veruliga skuldi reisa seg eftir tapið móti Tjaldri seinasta vikuskiftið.
Og tað fekk VB at merkja alt fyri eitt. Stjørnan legði fyri sum eitt óløgið, og við góðari ferð á spælinum tóku tær fullkomuliga luftina úr VB-liðnum alt fyri eitt.
Fyrri hálvleikur var mest sum framsýningarhondbóltur hjá Stjørnuni, sum meira ella minni útstillaði munin millum topp og botn í Sunset-deildini, og tað var veruliga ikki nógv, sum VB fekk gjørt fyri at arga mótstøðuna.
Eftir steðgin tók heimaliðið ferðina av spælinum, og VB slapp eisini at spæla við. Menn nakað nær námind spennandi gjørdist tað ikki, hóast VB slapp at pynta nógv um støðuna seinastu løtuna.
Fakta um dystin
Stjørnan-VB 35-21 (20-6)
10 min: 5-2
20 min: 13-4
40 min: 27-8
50 min: 31-15
Málskjúttar
Stjørnan: Valentina Suciu 11, Joan Midjord Djordjevic 7, Simona Petersen 7(2), Bára Skaale Klakstein 4, Una Olsen 3, Ella Petersen 1, Edith Hansen 1, Diana Poulsen 1
VB: Christina Holm 6, Una Egilsdóttir 5(3), Monika Samuelsen 3, Bára K. Mortensen 2, Sára Samuelsen 2, Margreth Augustinussen 1, Theresa Joensen 1, Andrea Nielsen 1
Brotskøst: Stjørnan 3, VB 5
Útvísingar: VB 6
Dómarar: Birgir Sondum & Thomas J. Thomsen