Fyrsta partin av dystinum gekk rímiliga javnt á, men Stjørnan hevði alla tíðina munin.
Seinatu 10 minuttirnar fyri hálvleikssteðgin fór Stjørnan frá Tjaldur, og tá liðini fóru at hvíla seg, var støðan 15-9 til Stjørnuna.
Í seinna hálvleiki øktist munurin bara, og at enda vóru 14 mál á muni. Dysturin endaði 31-17 til Stjørnuna.
Onnur finalan millum feløgini verður í Klaksvík hóskvøldið, og vinnur Stjørnan tann dystin, eru tær føroyameistarar. Verður neyðugt við einari triðju finalu, verður hon spæld í Klaksvík leygardagin.