Stjørnan greiddi sína skyldu

Stjørnan fekk ikki stórvegis mótstøðu á Hálsi í dag, tá ið tær vitjaðu Kyndil. Stjørnan vann trygt 31-21 eftir hálvleiksstøðuna 17-11.

 

Ungu kyndilsgenturnar formáddu sær lítið ímóti teimum royndu úr Stjørnuni. Stjørnan bara bygdi oman á leiðsluna, sum tær vunnu sær tíðliga í dystinum. Kyndil royndi seg eina løtu í seinna hálvleiki við at mansverja Simonu Petersen og Corinu Demeterca, men málini komu bara aðrastaðni frá og Stjørnan rann avstað.

 

Við sigrinum heldur Stjørnan fast um 2. plássið í SunSet-kappingini. Tær eru nú fýra stig frammanfyri VB, sum í løtuni spælir í Vági ímóti Neistanum og kann minka um munin niður í tvey stig. Eftir umfarið í dag hevur Stjørnan framvegis spælt ein dyst fleiri enn VB.