Stjørnan ridlaði

StÍF-Stjørnan 16-22 (8-9):

Tað var ikki fyrr enn seinastu 20 minuttirnar at Stjørnan tryggjaði sær sigurin móti einum væl kempandi StÍF liðið

 

Hondbóltur, kvinnur


Tað var botnur móti toppi á Skála sunnudagin, og sum so mundi eingin ivast í, at talan fór at verða um ein hampuligan lættan dyst hjá Stjørnuni, sum í vetur bert hevur mist stig ta einu ferðina. Í Vestmanna móti føroyameistarunum.

Kanska roknaðu klaksvíksgenturnar eisini sjálvar við, at stigini fyri dystin fóru mest sum at koma av sær sjálvum, tí í fyrra hálvleiki var lítið og einki, sum bendi á, at sigurin skuldi gerast so ómaksleysur.


Javnt í fyrra

StÍF legði nógv fyri beint sum dysturin byrjaði. Við mansverju syrgdu tær fyri, at leikluturin hjá Simonu Dziugyte ikki skuldi gerast eins stórur og vanligt, og tá eingin av hinum leikarunum á stjørnuliðnum kundi gera nakað serligt til tess at økja um leikferðina, so gekk so toluliga væl hjá heimaliðnum at halda álopsspælinum úr Klaksvík í skák. At so Ingun Mørkøre í málinum eisini stóð seg sera væl, og ikki minst tók sær av hópin av gjøgnumbrotum frá vengrunum báðum, gjørdi ikki støðuna verri.

Á álopsspælinum royndi heimaliðið eisini at nýta umhugsni, soleiðis at ferðina ikki varð sett ov langt upp, men at tær istaðin spældu bóltin runt fyri at bíða eftir, nær okkurt holið kom í verjuna. Ofta riggaði hetta eisini væl, soleiðs at tá Stjørnan gjørdist óansin fekk onkur á heimaliðnum smoygt sær innum.

Soleiðis gekst heldur javnt allan fyrra hálvleik, og hóast venjarin hjá gestunum royndi at vekja sínar leikarar við einum time-out, so batnaði einki. StÍF hekk framvegis í, og at Stjørnan førdi við einum máli, tá farið varð til hálvleiks, var eingin ábending um, at tær nú vóru ávegis einum sigri.


Skjótálopini avgjørdu

Í seinna hálvleiki skuldi ein kanska hildið, at nú máttu gestirnir vakna, men fyrstu løtuna sást einki til hetta. Ístaðin var tað nú aftur StÍF, sum legði seg á odda, men langt um leingi kom spakuliga ferð á Stjørnuliðið.

Fyrst og fremst var broytingin, at tær fingu skil á verjuspælið. Una Olsen, sum langt ífrá var sannførandi inni á strikuni, varð skift við Beintu Klakstein, og tá Stjørnan samstundis fekk forða Alinu Oraru at bróta ígjøgnum, gjørdist alt meira trupult hjá heimaliðnum at skora. Hetta viðførdi so eisini, at kontraálop kundu setast ígongd, og hetta var nakað, sum hóvaði Annu Kristinu Samson. Av teimum átta seinastu málunum hjá Stjørnuni átti Anna Kristina tey seks, og tað sigur ikki so lítið um leiklut hennara hendan seinasta partin av dystinum.


Ætla sær uppeftir

Hóast dysturin soleiðis endaði við einum hampuliga tryggum sigri til Stjørnuna, so var hetta tó eisini ein áminning um, at eingin sigur kemur av sær sjálvum.

Hinvegin prógvaði hetta eisini, at tær hjá StÍF eru til reiðar at taka av, um ein møguleiki brádliga stingur seg upp, tá spælt verður móti liðum, sum liggja ovarligari á stigatalvuni. Hetta kundi bent á, at StÍF ætlar sær annað og meira enn leiklutin sum stiggevari hetta kappingarárið, og eftir sera laku byrjanina, sum liðið fekk upp á árið, skal tað als ikki takast sum givið, at liðið noyðist eina deild niður at leika komandi veturin.


Dysturin í tølum

StÍF-Stjørnan 16-22 (8-9)

Málskjúttar:

StÍF: Ileana Manolescu 5, Anna Maria Berthelsen 3, Alina Olaru 3, Anna Berg 2, Guðrun Ólavsdóttir 2, Sunfríð B. Jacobsen 1

Stjørnan: Anna Kristina Samson 8, Simona Dziugyte 7(2), Andrijana Milodanovic 3, Joan M. Joensen 2, Beinta Klakstein 2

Brotskøst: StÍF 1, Stjørnan 2

Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 2

Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen. Gjørdi ikki nakað hóvasták burtur úr einum løttum dysti.