Stjørnan svaraði aftur

Ringa vikuskiftið hjá VB byrjaði, tá tær leygardagin vitjaðu í Klaksvík

Sunset-kappingin

Kvinnurnar hjá VB máttu um vikuskiftið ásanna, at tær ikki eru heilt so nær avgjørda oddinum.
Leygardagin vitjaðu tær í Klaksvík, har Stjørnan skuldi reisa seg eftir ósigurin móti Kyndli. Og tað gjørdu tær eisini. Snøgt sagt, so var Stjørnan í minsta lagi ein flokk omanfyri VB, har Daiva Toumaite enn einaferð tóktist sera einsamøll.
Ikki minst spældi Una Olsen ein branddyst í verjuni, soleiðis at VB ongantíð fekk møguleika at koma inn í dystin. Við trygga sigrinum undirstrikaði Stjørnan, at tær ikki ætla sær fleiri úrslit av slagnum, sum tær upplivdu móti Kyndli. VB byrjaði hinvegin eitt trupult vikuskifti á ringast hugsandi hátt.

Fakta um dystin
Stjørnan-VB 29-22 (12-9)
Málskjúttar
Stjørnan: Joan M. Djordjevic 6(1), Alina Olaru 6(3), Katarina Stepanov 5, Bára S. Klakstein 3, Anna Kristina Samson 3, Louisa Andreasen 2, Maria við Neyst 2, Una Olsen 2
VB: Daiva Toumaite 11(7), Laila Jespersen 5, Rannvá Augustinussen 2, Margreth Augustinussen 1, Maryna Zhylko 1, Gurið Mortensen 1, Kristina Holm 1
Brotskøst: Stjørnan 6, VB 7
Útvísingar: Stjørnan 1, VB 2
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel