Seinasta umfarið í Sunset kappingini var á skránni sunnudagin, og her skuldi Kyndil út í sín seinasta dyst í Sunset kappingini í ár. Tær liggja nevniliga niðast, og tí skulu tær eftir henda dystin spæla eina upp- & niðurflytingarkapping ímóti liðum úr næstbestu deildini.
Mótstøðuliðið í hesum dystinum var oddaliðið, Stjørnan, og Kyndil fekk sostatt ein seinasta møguleika at vísa, at tær kunnu spæla upp ímóti teimum bestu.
Kyndil væl við undan steðginum
Oddaliðið úr Stjørnuni fekk betru byrjanina uppá dystin. Sjálvt um tær spardu fleiri av sterkastu spælarunum, so tóktist hetta tó ikki nerva innsatsin á nakran hátt. Eftir 10 minuttum hevði Stjørnan nevniliga lagt seg á odda við trimum málum, og okkurt bendi á, at tær kundu fara frá Kyndli.
Kyndil vildi tó als ikki geva skarvin yvir í teirra seinasta dysti. Tær blivu við at kempa, og eina løtu seinni vóru tær komnar uppá javnleik 6-6. Næstu løtuna fylgdust liðini, men tað var tó alla tíðina Stjørnan, sum var oman á. Tær høvdu til tíðir hug at fara frá Kyndli, men grøna liðið úr Havnini bleiv við at hanga í, so tá liðini fóru til hálvleiks, førdi Stjørnan bert við einum máli.
Stjørnan avgjørdi dystin
Kyndil hevði kempa væl fyri at fylgt við oddaliðnum í fyrra hálvleiki, og um hetta hevði kostað teimum ov nógvar kreftir, er ilt at meta um. Í seinna hálvleiki megnaði botnliðið nevniliga slett ikki at fylgja við, og leiðslan hjá Stjørnuni vaks frá fyrsta minutti í seinna hálvleiki. Munurin millum liðini bleiv bara størri og størri, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki vann Stjørnan heili 11-4, og nú førdu tær brádliga við heili átta málum, og dysturin var avgjørdur.
Eitt skifti førdi Stjørnan eisini við heili 12 málum, men síðstu løtuna av dystinum slapp Kyndil aftur at spæla eitt sindur við. At enda vann Stjørnan við 10 málum, og sostatt fekk Kyndil heldur einki burtur úr teirra síðsta dysti í Sunset kappingini á hesum sinni.
Fakta
Kyndil-Stjørnan 23-33 (11-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Jacklin Durhuus 7, Anja Heinadóttir 6, Lina Andriulyte 4, Ronja Mikkelsen 4 (2), Súsanna Petersen 2
Stjørnan: Simona Petersen 10 (1), Maria við Neyst 7 (1), Bára S. Klakkstein 5, Una Olsen 5, Anna Kristina Samson 3, Louisa Andreassen 2, Durita Mikkelsen 1
Brotskøst: Kyndil 2, Stjørnan 3
Útvísingar: Kyndil 1, Stjørnan 3
Dómarar: Kristian Johansen & Kári Hansen