Grannatjóðin fyri vestan hav, Ísland, fekk í gjárkvøldið nýggja og vinstravenda stjórn. Undir vanligum umstøðum hevði einki óvanligt verið við einum stjórnarskifti hjá grannum okkara, men hesaferð er øðrvísi. Talan er í hesum føri ikki bert um stjórnarskifti, men um veruliga stjórnarlagsbroyting, eitt systemskifti. Í út við hálva øld hevur Ísland verið undir konservativum stjórnarvaldi, har stýrt var eftir somu neoliberalistisku kós, sum varð hildin í USA undir George W. Bush, har frælsar marknaðarkreftir fingu ótálmaðar ræsir, har skattalættar og einskiljingar vóru gandaorð.
Nógv lond tóku eftir hesum politikki. Úrslitið varð tað sama víða hvar um heimin: partar av fólkinum gjørdust bráríkir, meðalstættin fekk meira pening um hendur, meðan láglønarbólkar og fólk uttan møguleikar fyri frívirðum gjørdust eftirbátar. Gullkálvsdansur rungaði um gamla vesturheim eins væl og um seinastu kommunistisku háborgirnar. Henda kollektiva veitsla var í stóran mun uttan støði í framleiðslu og tískil lánsfíggjað. Búskaparvøksturin gjørdist til bjølg, sum fyrr ella seinni mátti bresta. Tað gjørdi hann so. Gullkálvsdansurin bar meira enn so við her hjá okkum, men vit gjørdust tó tíbetur kortini ongantíð yvirtikin av hesi nýtslu- og spekulatiónsbylgju, ið sum ein brotasjógvur tók tað mesta av fíggjarliga yvirbygninginum í ríkum sum fátøkum londum omanav. Kanska høvdu vit hóast alt lært nakað av tí stórkreppu, sum rendi føroyska samfelagið um koll í nítiárunum.
Grannatjóðin Ísland var, yvirtikin av hesum fíggjarliga og búskaparliga ráki. Alt gekk við ørandi ferð, íslendskar fyritøkur gjørdust ríkari og ríkari, nýtslan rakk at hægstu altjóða tindum. Lánskarusellirnar mólu alt skjótari og skjótari, til hol kom á bjølgin – í USA fyrst fyri skjótt sum eitt annað beinkrím at breiða seg til at kalla allan heimin. Mestsum øll lond vórðu rakt, rík sum fátøk, stór og smá – øll, sum høvdu grundað sína nýtslu á lántøku ella sum vóru búskaparliga ella fíggjarliga heft at londum við hesum trupulleikum. Ísland var meinast rakt. Meira enn nakað annað land hevði Ísland við sínum neoliberalistiska búskapi og sínum altjóða grundaða fíggjarkervi verið uppií hesum ráki og tess dyggari gjørdist smeiturin, tá hol kom á bjølgin. Tað var tí ikki annað enn væntandi, at íslendski veljarin, sum í stóran mun stendur á berum, takkað verið tí neoliberalistiska og neokonservativa politikki, sum hevði varið rikin leingi, gav stóra stjórnarflokkinum durafjórðingin. Nú er so fyri fyrstu ferð í søgu Íslands komin til valdið vinstravend stjórn. Hon stendur fyri sera stórum og truplum uppgávum. Stjórnin skal so at siga normalisera íslendska gerandisdagin, fáa gongd á ein sunnan búskap og tryggja vælferðina hjá vanliga íslendinginum, sum í roynd og veru hevur framt stjórnarlagsbroytingina. Vit ynskja nýggju stjórnini hepna hond og vóna, at stjórnarlagskiftið verður íslendingum øllum at gagni.