Sigurð Lamhauge til hátíðarhaldið tá Dalstunnilin varð sprongdur ígjøgnum 9. november í fjør

Stjórin á Landsverki sagt seg úr starvi

Sigurð Lamhauge hevur sagt seg úr starvi sum stjóri hjá Landsverki

Sigurð Lamhauge til hátíðarhaldið tá Dalstunnilin varð sprongdur ígjøgnum 9. november í fjør

Sum skilst hevur fundur verið við starvsfólk, har Sigurð Lamhauge hevur kunnað tey um, at hann í dag hevur sagt úr starvi sum stjóri á Landsverki.

Sigurð Lamhauge hevur verið stjóri á Landsverki síðani 2019.

 

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á honum.

Men við útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi segði Sigurð Lamhauge, at landsstýrismaðurin Dennis Holm ikki hevur álit á sær, tá hann brúkar ráðgeving um Suðuroyartunnilin frá øðrum heldur enn frá stovninum, sum hann sjálvur varðar av.

 

– Tað passar ikki, at tað kostar 3,2 millardir at gera Suðuroyartunnilin. Tað kosta í minsta lagi millum 6 og 10 milliardir krónur, sigur Sigurð Lamhauge.

 

Hann sigur, at hann heldur, at tað er eitt frálíkt hugskot at gera Suðuroyartunnilin.

 

– Men vit mugu hava røttu tølini, vit kunnu ikki fara undir eina hálvfíggjaða verkætlan, sigur Sigurð Lamhauge.

 

Seinastu tíðina hevur nógv kjakið verið um prísin á Suðuroyartunlinum. Fleiri eru, sum halda, at tunnilin er nógv bíligari enn tað, sum Landsverk sigur, at hann fer at kosta.

 

Tað er heldur ikki ókent fyribrigdi í Føroyum, at farið verður undir hálvfíggjaðar verkætlanir, sum verða settar í gongd, men sum kosta nógv meira, enn mett varð frammanundan. Vit kunnu til dømis nevna Glasir og H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.

 

Sigurð Lamhauge til hátíðarhaldið tá Dalstunnilin varð sprongdur ígjøgnum 9. november í fjør