Tvøroyrar kommuna hevur fingið játtaðan stuðul á 4,0 milliónir krónur frá Fótbóltssambandi Føroya til ætlaðu byggingina av einari innandura fótbóltsvenjingarhøll við Stórá.
- Stuðulin er játtaður sum partur av FIFA Forward 3.0-skipanini. Nú skal býráðið taka endaliga støðu til, um og hvussu arbeiðast skal víðari við verkætlanini.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu í dag.
Tvøroyrar kommuna søkti 1. mars 2026 um stuðul til bygging av einari innandura fótbóltsvenjingarhøll við Stórá í Trongisvági.
- Umsóknin varð send við støði í einmæltari býráðssamtykt frá 29. januar 2026, eftir at bæði fíggjarnevnd og býráð høvdu samtykt at arbeiða víðari við málinum og søkja um stuðul frá FSF.
Sagt verður, at málið frammanundan hevði verið til politiska viðgerð í býráðnum í fleiri umførum.
- Mentanarnevndin hevði longu í februar 2025 tikið jaliga undir við, at arbeitt varð víðari við ætlanini, og í januar 2026 varð málið tikið upp av nýggjum, eftir at FSF kunngjørdi stuðulsskipanina til fótbóltshallir.
Talan er sambært fyriliggjandi umsókn um eina sokallaða 7-ara innandura fótbóltshøll við vølli á 30x50 metrum.
Høllin er projekterað til 38x56 metrar, svarandi til 2.128 fermetrar, og er ætlað staðsett við Stórá, sunnan fyri TB-húsið.
Uppskot til verkætlanina er teknað og ment av BRIM arkitektum í samráð við umsitingina hjá Tvøroyrar kommunu, har dentur er lagdur á eina funktionella og samanhangandi loysn við verandi bygningum og hentleikum.
##med2##
- Í skitsuuppskotinum er lagt upp til, at høllin verður knýtt saman við verandi bygningi, soleiðis at núverandi hentleikar sum umklæðing, uppihald og onnur høli kunnu verða partur av einari samlaðari loysn.
Tvøroyrar kommuna hevur søkt um stuðul til verkætlanina, tí kommunan metir, at hetta er ein týðandi liður í at styrkja og betra um møguleikarnar hjá unga ættarliðnum í kommununi.
- Við slíkari høll verða karmarnir fyri venjing og menning innandurða munandi betri alt árið, serliga í vetrarhálvuni, tá veðurlagið ofta avmarkar uttandura virksemi.
Meira um verkætlanina kann lesast á heimasíðuni - www.tvk.fo











