Stjórnin fekk eina lítla sigar

Úrslitið av spurnarorðaskiftinum endaði sum roknað varð við frammanundan. Dagsskráin, sum avtalað varð millum stjórnina og flokkarnar vinstrumegin, varð samtykt seint týskvøldið

Spurnarorðaskiftið í Fólkatinginum endaði seint týskvøldið, og úrslitið varð sum væntað.

Stjórnin fekk eina sigar, men hon var lítil.

Orsøkin til hetta var, at stjórnin og flokkarnir vinstrumegin stjórnina samtyktu eina dagsskrá, sum bert gav stjórnini eina lítla nøs.

Tað leikaði annars hart á í Fólkatinginum til tíðir.

Borgarligu flokkarnir kundu ikki taka undir við tí dagsskrá, sum var løgd fyri Fólkatingið, men teir høvdu heldur ikki nakað uppskot at seta í staðin.

Teir borgarligu flokkarnir hildu tað vera løgna mannagongd, at stjórnin sjálv slapp at avgera, hvussu stór "sigarin" skuldi verða.


Føroysku umboðini

eisini orðið

Tað tykist sum hevur forsætisráðharrin fingið ákoyringar fyri at verða ov linur mótvegis føroyingum, tí tá hann tók orðið seint týskvøldið gav hann føroyingum, og serliga Jóhannes Martin Olsen av grovfýlini.

Hann vendi sær beinleiðis til sambandsmannin og segði millum annað, at tað nú var uppá tíðina, at føroyingar góvust við at harta danir.

- Eg haldi eisini, at tað er uppá tíðina, at føroyingar takka okkum fyri, at vit hjálptu tykkum, tá neyðin var størst.

Poul Nyrup Rasmussen helt nevniliga, at føroyingar høvdu brúkt ov nógva orku til at geva dønum ábyrgdina av kreppuni og fyri bankamálið.

Jóhannes Martin Olsen lat ikki hesi boð liggja á sær.Hann fór á pallin og takkaði dønum so mirðiliga fyri, at teir høvdu hjálpt føroyingum.

Hann segði eisini, at allir føroyingar vóru glaðir fyri, at danir høvdu hjálpt okkum, og tað skuldi forsætisráðharrin vita.

Frank Aaen úr Eindarlistanum kom upp at kjakast við Óla Breckmann um, hvussu ríkir føroyingar vóru, um flyting av pengum fyrst ein veg og síðani hinvegin, og um skatting av teimum ríku í Føroyum.


Runukríggj

Tað kom týðuliga fram, at her vóru tvær ymiskar politiskar uppfatanir, sum rendu saman.

Tað var ikki bara galdandi í hesum førinum.

Ósemjan millum teir borgarligu flokkarnar øðrumegin og stuðulsflokkarnar hinumegin kom eisini greitt til sjóndar undir orðaskiftinum.

Aage Frandsen úr SF helt, at tað var betri at hanga stjórnina upp fyri tað, sum nú var komið fram. So var tað gjørt í hvussu er.

Hesum var Kirsten Jacobsen als ikki samd við honum í.

Hon helt, at tað hevði verið mundandi betri at bíða til fólkatingið hevur gjøgnumgingið øll skjølini, sum eru løgd fram í sambandi við málið.

Tað, teir borgarligu flokkarnir eru mest ónøgdir við, í dagsskránni sum var samtykt, er, at seinasta borgarliga stjórn Schlüters eisini fær ákoyringar fyri sín part í vánaligu støðu Føroya.

Teir meina ikki, at tað hevur nakað við bankamálið at gera, meðan hinir flokkarnir meina, at man ikki bara kann kritisera núverandi stjórn, tí skeiva gongdin byrjaði meðan borgarliga stjórnin sat, og hon gjørdi onki við málið.


Fylgjurnar

Tað sær tí ikki út til, at málið fær nakrar fylgjur fyri stjórnina ella nakran ráðharra.

Jagstranin hjá Uffe Ellemann-Jensen eftir Mogens Lykketoft sær tí út til at verða dottin á gólv.

Donsk bløð søgdu eisini í gjár, at tað var møguligt, at Føroya-málið endaði sum ein fyrimunur fyri Poul Nyrup Rasmussen heldur enn ein vansi.

Spurningurin er so um nakar av embætismonnunum verða drignir til svars fyri teirra leiklut.

Flokkar í fólkatinginum hava gjørt vart við, at teir kundu hugsað sær, at onkrir embætismenn verða revsaðir fyri teirra leiklut, men tað er óvist, hvussu verður við tí.

At embætismenn verða drignir til svars er ikki óvanligt í Danmark, sjálvt um tað ikki kemur so ofta fyri.

Øll minnast vit Tamila-málið, og tá vóru nakrir, sum máttu finna sær annað arbeiðið, bæði ráðharrar, fólkatingspolitikarar og embætismenn.

Fyri stuttari tíð síðani tók mál seg upp í sambandi við nýggja hýruvognslóg í Danmark.

Í einari kunngerð sum Ferðslumálaráðið hevði sent út, varð sett forboð fyri at útlendingar sluppu at koyra hýruvogn. Tað skuldu bara danir gera.

Hetta vakti mikla øsing í Danmark, og málið endaði við, at Bjørn Westh tók aftur kunngerðina.

Men málið endaði ikki har. Tveir embætismenn í "Trafikdepartementet" eru settir niður í tign og harvið fluttir til onnur, minni týðandi størv, aðrastaðni á ráðstovuni.

Annar av hesum monnum er Calus Tornøe, sum var deildarleiðari í Ferðslumálaráðnum.

Ikki kann sigast at hann hevur verið serliga heppin, tí hann kom úr Løgmálaráðnum í sambandi við Tamilamálið, og nú noyðist hann aftur at finna seg í at fáa nýtt starv, sum ikki er so týdningarmikið.