Støðan er álvarslig í SÍ

Vánalig uppmøting, drukk og venjarin rýmdur. Sigursvanda felagið er í trupulleikum.

Mansliðið hjá SÍ hevur verið millum tey allarfremstu í landinum seinastu mongu árini, og einki undantak er í ár. Gaman í eru teir næstaftastir í Eik-liguni, men herfyri vunnu teir steypakappingina eftir rimmar finalu ímóti ÍF.

Handan alla ítróttargleðina er tó ein annar sannleiki duldur. Jákup á Stongum, formaður í Sørvágs Ítróttarfelag, skrivar í dag á facebook-bólkinum hjá felagnum, at nevndin er sett skákmát, og at valið antin er at stinga í sekkin ella leggja upp til eina nýggja byrjan.

Hann skrivar, at tað altíð hava verið trupulleikar við uppmøting til venjingar og at manna liðið.

- Nevndin hevur alla tíðina roynt at lagað seg eftir tíð og tørvi hjá leikarunum. Í ár eru venjingartíðirnar settar úr fýra niður í tvær um vikuna. Afturat hesum skiftu vit venjara undan jólum. Tá vóru treytir settar, við serligum atliti til at tað skuldi ikki drekkast kvøldið fyri ein dyst. Samanlagt bøtti hettar um. Uppmøtingin til venjingarnar var sera góð, upp í sekstan mans møttu, og avtalur vóru hildnar, skrivar hann.

Fyri góðum mánaða síðani vann SÍ steypafinaluna ímóti ÍF, men heldur óvæntað, so broytti tað støðuna til tað verra.

- Eftir steypafinaluna møttu so fáir til venjing, at ongin gevandi venjing hevur verið síðan. Afturat hesum hevði, sum skilst, meginparturin av leikarahópinum drukkið undan seinasta dysti, sum so resulteraði í at venjarin stakk í sekkin. Nú tveir dystir skuldu leikast í síðstu viku, var ongin hópur og eingin venjari. Vit fáa ikki gjørt annað enn at melda frá til dystirnar, skrivar formaðurin og leggur afturat:

- Tað vil siga, at nevndin er sett skákmát. Valið er antin at stinga í sekkin, ella leggja upp til eina nýggja byrjan. Vit velja tað seinna, skrivar hann.

Eisini í unglingadeildini eru trupulleikar, og har tykjast trupulleikarnir at vera meiri álvarsligir.

- Helst flestum kunnugt hava vit í unglingadeildini hjá dreingjum havt trupulleikar við at drukkið verður undir og tá ferðast verður heim frá kappingum. Standurin til unglingasteypafinaluna seinast var undir alt lágmark, - skomm! Við í unglingahópinum eru smádreingir sum læra av teimum eldru! Og skrúvan fær ongan enda. Fyri at steðga hesi gongdini, og fyri at markera eina komandi broyting, nú vit kortini eru tvungin út í at byrja av nýggjum, valdu vit at taka unglingaliðið úr FM-kappingini í ár, sigur formaðurin.

Í komandi viku byrja hálvfinalurnar í landskappingini hjá monnum, og formaðurin sigur, at tey royna at manna liðið við fólki, sum skilja, at verandi gongd ikki kann halda fram og at broytingar mugu til.

- Annars verður aðalfundur fyrst í apríl, tá leistur kann leggjast til nýggjan leik, skrivar formaðurin, Jákup á Stongum, at enda.