LTey virkini eru fá, sum ikki eru undir veingjunum hjá Føroya Fiskavirking. Men kortini eru eingi tekin til, at tey ikki standa seg í kappingini.
Eitt av teimum góðu gomlu virkjunum er Fiskavirking í Gøtu. Teir standa og hava eisini altíð staðið uttanfyri ætlaðu monopol-fyritøkuna, og teir hava staðið seg væl.
Fiskurin verður fyri tað mesta keyptur á Uppboðssøluni. Seinastu árini hevur Fiskavirking í Gøtu »specialisera« seg í at salta serliga brosmu og longu, men eisini toskur og nakað av blálongu verður arbeitt á virkinum.
Umframt hetta er laksakryvjing ein munandi táttur í arbeiðinum, eins og nakað verður framleitt av feskum.
Tvær vaktir
Meginparturin av arbeiðsfólkinum kemur sjálvandi úr Gøtu, men nøkur fólk úr Leirvík og Fuglafirði arbeiða eisini á Fiskavirkinum.
Arbeiðið fer vanliga fram í vaktum. Arbeitt verður vanliga tíð frá 8 á morgni til 5 á kvøldi, og so møtir ein kvøldvakt. Henda er tó ikki eins stór og dagvaktin. Og kvøldvaktin arbeiðir sjálvandi ikki, um lítil fiskur er.
Men higartil í ár hevur arbeiðið verið støðugt, tó at tað í hesi vikuni var heldur slakari enn vanligt.
Fiskavirkið í Gøtu er stórt arbeiðspláss og tískil sera týdningarmikið fyri bygdina. Tilsamans arbeiða eini 100 fólk á virkinum ? og sum nevnt eru tey allarflestu teirra úr Gøtu.