Jonas Gahr Støre var millum tey fyrstu uttan fyri kongshúsið, sum fingu boðini um, at Haraldur kongur var deyður.
Hann sigur seg hava tikið ímóti boðunum við djúpari sorg.
– Ein heil tjóð syrgir og stendur samstundis saman í stórum takksemi fyri eitt langt lív, sum varð halgað Noregi, sigur Støre sambært norsku tíðindastovuni NTB.
Haraldur kongur sat á norsku trúnuni í meira enn 35 ár. Sambært forsætisráðharranum hevði hann alla tíðina eina sterka trúgv á fólkið, sum hann umboðaði.
– Í meira enn trý áratíggju sum kongur vísti Haraldur V eina óvikandi trúgv á norska fólkið. Hann hjálpti okkum at síggja tað besta í okkum sjálvum og hvørjum øðrum, sigur Støre.
Haraldur kongur sovnaði stillisliga á Rikshospitalinum í Oslo klokkan 6.35 fríggjamorgunin. Hann gjørdist 89 ára gamal.
– Vit hava mist okkara fólkakæra kong
Stórtingsformaðurin Masud Gharahkhani sigur, at saknurin eftir Harald kong verður stórur.
– Vit hava mist okkara fólkakæra kong, og øll tjóðin er í sorg. Haraldur kongur ráddi í samsvari við valorðini »Alt fyri Noreg«, sigur hann.
Sambært stórtingsformanninum var kongurin nær fólkinum, og norðmenn minnast hann við takksemi og djúpari virðing.
– Virki hansara var merkt av nærleika til fólkið. Í sorgini bera vit eisini við okkum takksemi og djúpa virðing fyri tann savnandi háttin, sum hann røkti kongsembætið, sigur Gharahkhani.
Tók kongshúsið inn í eina nýggja tíð
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Erna Solberg minnist eisini Harald kong við stórum takksemi.
– Hann vann hjørtu okkara og tók kongshúsið inn í eina nýggja tíð. Hann vísti okkum vegin frameftir, tá vit høvdu tørv á tí. Við Haraldi kongi stóð og stendur kongsveldið klettafast í Noregi, sigur hon.
Erna Solberg sigur, at Haraldur legði stóran dent á at vera kongur hjá øllum.
Sum forsætisráðharri upplivdi hon nærveruhitan, áhugan og fatanina, sum eyðkendu hann. Hóast hann sjáldan kundi bera egnar politiskar hugsanir fram, arbeiddi hann á sín egna hátt fyri einum rúmligari samfelagi, sigur hon.
Haakon er nýggjur kongur
Eftir andlátið hjá Haraldi kongi er sonur hansara, Haakon, sjálvvirkandi vorðin nýggjur kongur Noregs undir navninum Haakon VIII.
Masud Gharahkhani hevur tosað við nýggja kongin.
– Hansara hátign Haakon kongur VIII skal nú gera kongsembætið til sítt egna. Nýggi kongur okkara skal vita, at Stórtingið og øll tjóðin standa saman við tær, sigur stórtingsformaðurin.










