Ikki færri enn 6500 áskoðarapláss eru í Boxen í Herning, har EM í stuttgeil verður hildið um dagarnar og heili 20.000 atgongumerki eru seld til ymsu kappingarnar.
Føroyingar eiga sjey umboð í Herning til EM í stuttgeil. Birita Debess, Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Pál Joensen, Guðrun Mortensen og so Magnus Jákupsson, sum svimur undir donskum flaggi.
Føroyska ferðalagið kom til Herning mánadagin og hava tað sera gott. Somuleiðis eru vónirnar til ymsu kappingarnar góðar, hetta hóast tað ikki eydnaðist Biritu Debess og Magnusi Jákupsson at svimja seg í finalurnar, tá tey vóru í hylinum í morgun.
Boxen í Herning er ikki ókend fyri fleiri føroyingar. Nógvar konsertir hava verið har gjøgnum árini, millum annað hevur Boxen verið karmur um X Factor finaluna í 2012, tá Sveinur Gaard Olsen var við.
Nú EM í stuttgeil í svimjing er, hava tey bygt ein svimjihyl til endamálið í sjálvari Boxen.