Myndin er tikin í 1979, tá politiið í Havn kannaði botnin fram við Eystaru bryggu. Froskmenn gjørdu arbeiðið og funnu nógv ymiskt á botninum m.a. nakrar súkklur, ið helst vóru nakrar av teimum nógvu, sum vórðu meldaðar stolnar. Ætlanin var, at politiið skuldi gera slíkar kanningar av botninum árliga. Her er ein froskmaður komin komin upp úr sjónum við eini súkklu. Politisturin er Jón Carlsson
Kelda: Kolon 1979