Stongin bjargaði norðmonnum

Ìsland fekk eina góða byrjan uppá HM-undankappingina. Stutt áðrenn leiklok rakti Veigur Páll Gunnarsson stongina. Hevði tann bólturin sitið í norsku netmaskunum hevði talan verið um 3-2 sigur til Ísland. Noreg kom á odda við einum brotsparksmálið, sum Rosenborg-framherjin, Steffen Iversen skoraði eftir 36 minuttum. Norðmenn, og meginparturin av teimum 17.000 áskoðarunum høvdu ikki meir enn fingið armarnar niður, fyrr enn Bolton-spælarin, Heiðar Helguson javnaði fyri Ìsland. Stutt inn í 2. hálvleik legði Steffen Iversen aftur Noreg á odda, men tá 20 minuttir vóru eftir javnaði Eiður Smári Gudjohnsen til endaliga úrslitið 2-2.