Hesin barnagarðurin í Kyiv varð raktur av russiskari dronu í nátt Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Stórt dronuálop á Kyiv í nátt

Tvey fólk eru særd í sambandi við eitt dronuálop í Kyiv, upplýsir borgarstjórin í býnum.

 

Hesin barnagarðurin í Kyiv varð raktur av russiskari dronu í nátt Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Russland hevur í nátt framt sítt higartil størsta »kamikaze-dronuálop« ímóti Ukraina. 

Tað upplýsir ukrainska flogvápnið sambært tíðindastovuni Reuters.

Álopið var serliga ætlað høvuðsstaðnum Kyiv, har vitni hava hoyrt spreingingar í nátt.

Tvey fólk sigast vera særd í sambandi við álopini, upplýsir borgarstjórin í Kyiv, Vatali Klitscheko, á boðtænastuni Telegram sambært AFP.

Ein íbúðarbygningur í ukrainska høvuðsstaðnum er skaddur av vraklutum frá eini niðurskotnari dronu. Bjargingartænastur arbeiða í løtuni við at fáa tvær kvinnur úr húsaleivum, leggur borgarstjórin afturat.

Fleiri staðni í býnum eru sambært Klitscheko eldur í, eitt nú í einum barnagarði.

 

Hesin barnagarðurin í Kyiv varð raktur av russiskari dronu í nátt Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix