Nú kirkjan á Sandi hevur 175 ár á baki, hevur í dag verið skipað fyri stórum hátíðarhaldi á Sandi.
Dagurin byrjaði við gudstænastu í Sands kirkju á miðdegi, har presturin seinastu stívliga tríati árini, Jákup Reinert Hansen, talaði, og Sandoyar Manskór eisini setti sín hátíðarliga dám á.
Eftir gudstænastuna varð bjóðað til frálíka suppu, góðar køkur, kaffi og te í ungmannafelagshúsinum Virkinum.
Í Virkinum var sangur, og talur vórðu hildnar, eins og gávur vórðu handaðar Sands kirkju á hátíðardegnum.