Parkeringsøki á Gomlurætt skal asfalterast

Landsverk bjóðar nú arbeiðið at rætta av og asfaltera 4.800 fermetrar á Gomlurætt út. Arbeiðið skal vera liðugt í oktober.

Parkeringsøkið á Gomlurætt skal nú dagførast.

 

Landsverk hevur boðið arbeiðið at rætta av og asfaltera parkeringsøkið út. Talan er um eitt øki, sum er 4.800 fermetrar til støddar.

 

Sambært útboðnum skal arbeiðið vera liðugt í seinasta lagi 31. oktober í ár.

 

Freistin at seta spurningar um arbeiðið er 18. september klokkan 14, meðan tilboðini freistin er 23. september klokkan 14. Tilboðini verða latin upp samstundis.

 

Eftir ætlan verður vinnarin av útboðnum kunngjørdur 14. oktober.

 

Útboðið sæst á Keypsportali landsins.