Ein sjúkrahúsprestur í Noregi er ákærdur fyri at hava misbrúkt sítt starv sum sjúkrahúsprestur.
Í starvi sínum hevur hann gjørt seg inn á eina kvinnu, sum var innløgd.
Hetta veit norska kringvarpið, NRK, at siga, og tað eru eisini aðrir norskir miðlar, sum í dag skriva um málið.
Ákæran móti sjúkrahúsprestinum fevnir bæði um neyðtøku og um aðra kynsliga samveru, sum prestur hevur tiltuskað sær í starvinum.
- Hetta eru ógvuliga tyngjandi umstøður, sum ákæruvaldið tekur í størsta álvara, sigur norski ríkisadvokaturin við NRK.
Norska kringvarpið hevur valt eingi nøvn at knýta til umrøðuna við atliti til teirra, sum eru partur av málinum.
Málið kemur fyri rættin eftir nýggjár.
Sambært ákæruni misbrúkti sjúkrahúspresturin sítt starv undir regluligum samrøðum við kvinnuna, sum fleiri ferðir var innløgd á sjúkrahúsinum, har presturin starvaðist.
- Fyrstu ferð, hann gjørdi seg inn á kvinnuna, var í samrøðurúminum á sjúkrahúsinum, har kvinnan var innløgd eftir at hava verið fyri álopi dagin fyri.
NRK veit at siga, at aðru ferð, presturin gjørdi seg inn á hana, var heima hjá kvinnuni sjálvari, har hon sambært ákæruritinum ikki var før fyri at seta seg upp ímóti atgerðini.
Sjúkrahúspresturin er ikki samdur við ákæruvaldinum um, at kvinnan ikki var før fyri at seta seg upp ímóti honum.
Um sín verja, sigur presturin, at hendingarnar, sum hann er vorðin partur av, eru menniskjaligir veikleikar og vánalig metingarevni.
Presturin hevur sagt seg úr starvi.
NRK veit at siga, at maðurin segði seg úr starvinum sum sjúkrahúsprestur, eftir at løgreglan hevði vent sær til hansara um pínliga málið.











