info
Ongi úrslit

Finn Danberg avloysir Ben Arabo

Løgmaður hevur nú mannað nýskipanarnevndina av nýggjum

Eirikur Lindenskov
1. september 2026 kl. 15:36

Løgmaður hevur valt tveir nýggjar limir í Nýskipanarnevndina. Teir eru Finn Danberg og Suni Justinussen.

Nýggjur formaður í nevndini er Finn Danberg.

Finn Danberg er í dag stjóri í P/F Lyfta. Hann er útbúgvin cand. merc.aud. og hevur starvast sum fíggjarleiðari á Landssjúkrahúsinum, Arbeiðsloysisskipanini, Eik og Nema. Seinni fekk hann útbúgving sum maskinmeistari og hevur siglt hjá Mærsk og við grønlendskum havrannsóknarskipi.

Suni Justinussen er forstjóri í Magn og er útbúgvin maskinmeistari og íløguráðgevi. Áður hevur hann verið forstjóri í GroAqua. 

– Eg eri fegin um, at nevndin er fullmannað og klár at fara til verka. Endamálið hjá nevndini er - enn sum áður - at greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Tørvurin á skilagóðum nýskipanum er stórur, og vit verða noydd til at taka nøkur trupul tøk fyri at framtíðartryggja føroyska samfelagið, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Løgmaður leggur aftrat, at nevndin virkar fyri alla politisku skipanina og hevur tí ein politiskan fylgibólk, har øll floksforfólkini og fíggjarnevndin í løgtinginum eru við.

– Eg havi tikið av hesum møguleikanum, tí tað er ein fakliga avbjóðandi og áhugaverd uppgáva at vera við til at loysa. Nevndin hevur eina góða samanseting av royndum og førleikum. Fyrsta stig er at savna nevndina og skipa arbeiðið saman við hinum limunum. Okkara størsta uppgáva verður at vísa politisku skipanini á loysnir, sum eru realistiskar og haldførar, samstundis sum tær skulu skapa virði fyri føroyska samfelagið, sigur Finn Danberg, nýggjur formaður í Nýskipanarnevndini.

Nevndin fær hjálp frá nýskipanarskrivstovuni, ið er skipað í Fíggjarmálaráðnum. Skrivstovan skal stuðla við greiningum og fakligari ráðgeving.

Nýskipanarnevndin skal leypandi geva tilmæli til politisku skipanina um nýskipanir. 

Í nýskipanarnevndini sita nú:

Finn Danberg, formaður

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali

Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri

Suni Justinussen, forstjóri í Magn

Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

47 minuttir síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

1 tími síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

1 tími síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

4 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

4 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

5 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

5 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

6 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

8 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

8 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

8 tímar síðan