info
Ongi úrslit

Ítróttaháskúlin fekk 250 umsóknir uppá 5 minuttir

-Nú mugu vit og tann politiska skipanin arbeiða fyri, at karmarnir fylgja við, soleiðis at vit kunnu útbyggja tað, sum vit hava fingið at riggað so væl her suðuri, sigur Miriam Jannit Norðberg, leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.

Dagfinn Olsen
1. september 2026 kl. 18:15

Klokkan 12 í dag varð latið upp fyri tilmelding á heystkeiðið 2027 og várskeiðið 2028 á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.

Og tað tók bara fimm minuttir, so hevði Ítróttaháskúlin fingið 250 umsóknir.

Pláss er í dag fyri 48 næmingum á hvørjum skeiði.

Hóast hetta kann tykjast sum langtíðarætlan, so er tað so, at áhugin fyri at sleppa á skúlan, ið er staðsettur í Vági, er sera stórur, og ætlar ein sær á Ítróttaháskúlan, so er  neyðugt at vera í góðari tíð.

-Tá eftirspurningurin er so stórur, eigur politiska skipanin eisini at tora at hugsa størri, sigur Miriam Jannit Norðberg, leiðari á Ítróttaháskúlanum.

-Tá ein ítróttaháskúli fær meira enn 250 tilmeldingar eftir bert fimm minuttum, er tað trupult at siga annað enn, at tørvurin er stórur, metir leiðarin á Ítróttaháskúlanum.

-Vit hava í dag pláss til ein avmarkaðan part av teimum ungu, sum ynskja at koma á Ítróttaháskúlan. Tað er ikki manglandi áhugi, sum forðar okkum í at taka fleiri inn – tað er okkara kapasitetur, sigur Miriam J. Norðberg.

Vit síggja hvønn dag, hvussu nógv ein ítróttaháskúli kann geva ungum fólki. Bæði menniskjaliga, sosialt og í mun til ítrótt og felagsskap, sigur Miriam.

-250 tilmeldingar uppá fimm minuttir. Tað er ikki bara ein succes-søga hjá Ítróttaháskúlanum. Tað er ein áminning til okkum øll um, at ung vilja hava ítrótt, felagsskap og háskúlalív. Nú mugu vit og tann politiska skipanin arbeiða fyri, at karmarnir fylgja við, soleiðis at vit kunnu útbyggja tað, sum vit hava fingið at riggað so væl her suðuri, sigur Miriam Jannit Norðberg.

Herfyri var arkitektakapping, har tað í apríl varð kunngjørt, at MAP arkitektar áttu vinnandi uppskotið til nýggjan skúlabygning til Ítróttaháskúlan.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

1 tími síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

2 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

5 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

7 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

9 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

9 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

9 tímar síðan