Stórt skrædl í Skotlandi

Fótbóltur landsliðið kvinnur: Í kvøld eydnaðist tað føroysku kvinnunum at skora mál, tá ið Maria Biskopstø minkaði um munin til 4-1 - Skotland vann 7-1

Tað gekk betur, enn tað gjørdi ímóti Spania hóskvøldið, tá ið føroyska kvinnulandsliðið í kvøld spældi HM undankappingardyst í Skotlandi.

 

Hóskvøldið endaði tað 0-10 á heimavølli. Á Hampden Park í Glasgow endaði tað í kvøld við 7-1 heimasigri eftir 4-0 í fyrra hálvleiki.

 

Føroysku spælarnir vístu góðan hugburð. Tær runnu nógv, og tær ofraðu seg í nærdystunum. At talan kortini var um trivaligt tap var staðfesting av, at í kvinnufótbólti er Skotland framvegis væl fremri, enn Føroyar eru. Skotsku spælararnir vóru skjótari og kropsliga betur fyri, og tær vóru eisini betur við bóltinum.

 

Í smáar 20 minuttir megnaði føroyska liðið at halda tørn um málleysa javnleikin. So eydnaðist tað heimaliðnum at fáa hol á, og frá 19. og til 39. minutt skoraði Skotland fýra mál.

 

Tríggjar minuttir eftir steðgin eydnaðist tað Føroyum at minka um munin til 4-1. Ásla Johannesen legði innfyri við hornasparki, og Maria Biskopstø setti við høvdinum bóltin í málið. Hetta var aðru ferð, at Maria Biskopstø var á landsliðnum.

 

Tá ið ein stórur tími var farin, økti heimaliðið um leiðsluna til 5-1, og fram ímóti dystarenda skoraði Skotland tvey mál aftrat. Tað síðsta var við rimmar frísparki.

 

Næsti dystur hjá Føroyum verður 20. oktober á útivølli ímóti Ukraina, og síðsti dysturin í ár verður 26. oktober á heimavølli ímóti Ungarn.

 

Í kvøld vann Spania 7-0 á útivølli ímóti Ungarn.

 

Í fleiri øðrum dystum í kvøld var talan um heilt stórar sigrar. Ongland vann 10-0 á útivølli ímóti Luksemborg, Kekkia vann 8-0 á heimavølli ímóti Kypros, og Danmark vann 8-0 á útivølli ímóti Aserbadjan.

 

Í kvøld tapti Ísland 2-0 á heimavølli ímóti Niðurlondum, Noreg vann 3-0 í Kosovo, og Svøríki vann 4-0 á heimavølli ímóti Georgia.

 

 

 

Skotland - Føroyar 7-1 (4-0)

 

HM undankappingardystur á Hampden Park í Glasgow týsdagin 21. september 2021 kl. 19.35

 

1-0: Erin Jacqueline Cuthbert 19.

 

2-0: Chloe Susan Arthur 21.

 

3-0: Chloe Susan Arthur 28.

 

4-0: Christy Louise Grimshaw 39.

 

4-1: Maria Biskopstø 49.

 

5-1: Martha Ellen Thomas 62.

 

6-1: Jenna Clark 81.

 

7-1: Claire Emslie 84.

 

Dómarabólkur úr Serbia: Jelena Cvetković, Ivana Jovanovic, Aleksandra Stojanac og Marina Živković (4. dómari)

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ - Maria á Lakjuni, Víkingur, Birita Ryan, KÍ, Rakul Maria Johannesen, B36, Sarita Maria Mittfoss, HB, Ásla Johannesen, AGF - Heidi Sevdal, NSÍ (Tórunn Joensen, KÍ, 90.), Olga Kristina Hansen, B36 (Tóra Mohr, KÍ, 72.), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur, Julia Naomi Mortensen, AGF – Maria Biskopstø, KÍ (Durita Hummeland, KÍ 65.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, AaB, Valborg Østerø, B36, Sanna Svarvadal, KÍ, Sunnvá Fagradal, EBS/Skála, Katrina Sjóvará Hansen, B36

 

Gult kort: Rakul M. Johannesen 80.

 

Venjari: Lene Terp