Stórt skrædl á Svangaskarði

Stjørnuspælararnir hjá Víkingi vóru fleirfaldir málskjúttar, tá ið B68 av álvara varð eyðmýkt á heimavølli

Víkingur eigur næstbesta liðið í Føroyum. Soleiðis var tað leingi í fjør, áðrenn HB so at siga á málstrikuni fór avstað við silvurkrónunum. Og soleiðis er tað í ár. Støðutalvan vísir tað, og á Svangaskarði var í talan um sanna maktdemonstratión, tá ið Víkingur vann 6-0 ímóti B68.

 

Sølvi Vatnhamar legði fyri við at skora tvey mál eftir innlegg úr høgru, og yngri Vatnhamar beiggin Gunnar stútaði til 3-0 eftir hornaspark. Soleiðis var støðan tá ið eitt stórt korter var farið, og áðrenn hálvur tími var farin, var støðan 4-0. Málskjútti í fjórða førinum var Olaf Bárðarson, sum fyri lítlari viku síðani var borin av vøllinum í Sarpugerði, og sum tey í Víkingi fyrr í vikuni vistu at siga um, at hann ikki fór at verða førur fyri at spæla í dag.

 

Olaf Bárðarson var so mikið væl fyri, at hann eftir stórt korter í seinna hálvleiki økti um munin til 5-0, og Sølvi Vatnhamar trumfaði, tá ið hann tveir minuttir undan leikloki umsetti brotsspark til mál. At Sølvi Vatnhamar í dag var trífaldur málskjútti ber við sær, at hann er toppskjútti í bestu deildini við 11 málum fyri 10 dystir.

 

Fyri B68 var talan um stóra eyðmýking. Verjuspælið var ógvuliga lítið sannførandi, og tað var eyðsýnt, at tað í framrættaða spælinum bilaði nógv, og at spælararnir vóru meint raktir hvat sjálvsálitinum viðvíkur.