Stórtalent fer ongan veg

Betri deildin menn: B36 hevur tryggjað sær undirskriftina hjá størsta talentinum í felagnum

Mynd: (B36) Magne Hoseth, venjari hjá B36, og Mattias Hellisdal

Mattias Hellisdal hevur longt avtaluna við B36, so hon eisini er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini, 2025 og 2026, skrivar B36 í dag.

 

18 ára gamli miðvallarin hevur fingið sítt stóra frambrot í ár. Hann hevur verið millum stinnastu spælararnar í landskappingini við sínum serkenda snilda spæli og góða yvirliti. Tað kemst ikki uttanum, at Mattias Hellisdal er størsta talentið í felagnum.

 

- Mattias kemur úr egnari veltu. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri barndómsfelagið í august 2022, og higartil hevur hann spælt 41 skrásettar dystir og skotið fimm mál fyri besta mansliðið. Seinastu árini hevur hann eisini verið fastur partur av føroyskum ungdómslandsliðum, skrivar B36.

 

Hóast gongdin seinastu árini hevur verið misjøvn bæði á stigatalvuni og við at fáa egnar spælarar ígjøgnum, so hevur B36 selt bæði Martin Agnarsson til Viborg og Mattias H. Lamhauge til Fredericia.

 

Tað er ongin ivi um, at tað er áhugi fyri evnunum hjá Mattiasi Hellisdal, men við hesum hevur B36 tryggjað sær, at felagið hevur sáttmála við spælaran fram endan av 2026.

 

B36 skal í kvøld spæla móti lettiska FK Auda í Conference League. B36 tapti fyrra dystin 2-0. Dysturin verður á Tórsvølli klokkan 18.

 

Mynd: (B36) Magne Hoseth, venjari hjá B36, og Mattias Hellisdal