Stórur áhugi er fyri at lata fiskavirki í Vági upp aftur

Eitt nú sigst, at tvøramenn eru sera áhugaðir at lata eitt fiskavirki, sum varð stongt í Vági, uppaftur

Síðani Suðuroyar Sparikassi í farnu viku keypti fiskavirki Southern Fish í Vági, hava fleiri á hugaðir verið í sambandi við sparikassan í eini roynd at fáa fatur á virkinum.

­ Tað er stórur áhugi fyri virkinum og fleiri hava tosað við okkum um møguleikarnar fyri at fáa tað, sigur Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Southern Fish er eitt av teimum virkjunum í Vági, sum stungu seg upp í kjalarvørrinum á, at Fiskavirking stongdi Polarfrost, tað stóra flakavirkið í bygdini.

Tað vóru Absalon Absalonsen, og aðrir, sum tóku stig til Southern Fish. Men tað helt ikki leingi, og endin var, at Suðuroyar Sparikassi keypti tað á tvingsilssølu í farnu viku.

Í fyrstu atløgu er sparikassin mest hugaður at selja og tað eru eisini summi, sum hava víst áhuga at keypa virkið.

Hinvegin eru onnur, sum ikki eru so heit fyri at keypa, men mest eru hugað at leiga virkið.


Tvøramenn framvið

M.a. vilja seiglívað leysatíðindi vera við, at at tvøramenn eru millum teirra, sum hava víst virkinum áhuga.

Tað skulu vera menninir aftanfyri Delta Seafood á Tvøroyri, sum nú eisini ætla sær til Vágs.

Marner Lisberg, nevndarformaður í Delta, hevur ongar viðmerkingar í løtuni.

Men eftir hvat vælvitandi keldur vilja vera við, hava Delta-menninir so mikið góðar royndir við báðum virkjunum í Sandoynni, at teir hava hug at royna áleið tað sama modellið í Suðuroynni við einum virkinum á Tvøroyri, sum skal arbeiða saltfisk og virkinum í Vági, sum skal arbeiða feskan fisk.

Tilber so at flyta fisk ímillum við bili, eins og verður gjørt ímillum Skopun og Sand.

Vágbingar, vit hava tosað við, siga, at eitt slíkt samstarv ímillum báðar býirnar í Suðuroy kundi skapt nógv arbeiði. Og er tað nakað, sum manglar í Vági, er tað eitt sórt, nøkuluna støðugt arbeiðspláss.

Í Vági eru fleiri virki, men tey eru at kalla øll familjufyritøkur, har ið arbeiðsfólkið kann teljast á aðrari hondini. Tí hevði tað verið kærkomið við einum størri arbeiðsplássi eisini, siga Vágbingar.