Stórur gravgangur eftir húsum í Havn

? Eftirspurningurin eftir húsum í Havn er ógvuliga stórur, serliga húsum í miðbýnum

Gongd er aftur komin á serhúsabygging í Føroyum, serliga í Havn. Báðar ognarsølurnar í Havn, SetHúsaSøla við Helga Brekku og Húsamekling við Jonhard Dahl-Jacobsen hava nøkur grundstykki til sølu, nøkur afturat eru væntandi, men tær kundu hugsað sær fleiri.

? Í løtuni hava vit fimm grundøki í Havn, men vit kundu hugsað okkum nógv fleiri, serliga nærri býnum, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen frá Húsamekling.


Prísurin uppeftir

Fyri ikki so langari tíð síðani var nærum vónleyst at sleppa av við grundstykki, men eins og prísurin á sethúsum er hækkaður nógv, eru grundstykki somuleiðis væl dýrari í dag.

? Eitt grundstykki, ið liggur í býnum ella har í nánd, kostar um 300.000 krónur, í útjaðaranum um 230.000 krónur. Í dag vilja fleiri heldur byggja enn keypa, tí so lítil munur er á, hvat tað kostar at byggja og keypa. Og lánimøguleikarnir eru góðir, rentan hevur ikki verið so lág í 40 ár og rentufrádrátturin er 48 %, sigur Helgi Brekku frá SetHúsaSøluni.

Hesum er Jonhard Dahl-Jacobsen á Húsamekling samdur í, tað er nærum líka bíligt at byggja egin hús sum at keypa. Húsamekling umboðar Suðuroyarhús, sum Thormann Vang byggir. Eftirspurningurin er stórur eftir hesum húsum, fleiri eru bygd og fleiri verða bygd afturat ? tey flestu í útjaðaranum í Havn.

? Vit hava bygt tvíhús Inni á Gøtu. Tey eru í tveimum hæddum og fara fyri 890.000 krónur, tá ið alt er íroknað uttan tapetisering. Bíligari kann tað ikki verða, sigurt Jonhard Dahl-Jacobsen.

Prísurin á sethúsum fór spakuliga at kvinka upp eftir fyri uml. trimum árum síðani. Í dag liggur prísurin í Havn frá 650.00 til 1 millión, nøkur hús fara fyri meiri, á bygd frá 300.000 til 850.000 krónur. Hvussu langt og um prísurin hækkar enn meiri, er ilt at meta um.

? Prísurin á einum húsum skal liggja nøkulunda á stigi við tað, eini hús kosta at byggja. Og vit nærkast markinum nú, sigur Helgi Brekku.


Móti summri

Eftirspurningurin eftir húsum og grundøkjum er altíð størstur út ímóti summri og nú vit eru farin um summarmála, merkja báðar ognarsølurnar væl, at fyrispurningarnir verða fleiri.

? Fyrispurningar koma bæði frá føroyingum uttanlands, ofta foreldrum ella systkjum, sum hyggja eftir húsum fyri børn síni, ið skulu flyta heim aftur, frá barnafamiljum, frá tilkomnum, sum helst vilja flyta nærri býnum og frá útlendingum, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen.

Í løtuni hevur SetHúsaSølan einki hús í Havn til sølu, Húsamekling hevur fleiri, eini 20 í alt um alt landið.

? Tað er nógv verri at selja hús uttan fyri Havnina. Nógv teir flestu fyrispurningarnir eru um hús í Havn, nógvir um hús í miðbýnum, men á tí økinum vanta vit hús. Vit skilja ímillum innan- og uttan fyri ringvegin. Barnafamiljurnar vilja fegnar búgva uttan fyri ringvegin, meðan tey tilkomnu, sum eiga hús uttan fyri ringvegin fegin vilja selja og keypa eini hús nærri býnum. Men har er útboðið ikki stórt, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen.


Virðismeting

Tvingsilssølurnar eru sjáldsamar í dag. Føroya Banki og Føroya Sparikassi, sum hava selt hús, ið eru farin á tvang, hava havt sýnsmann at meta um virðið á húsunum og harvið seta prísin.

? Henda skipanin er góð, og er ikki samsvar ímillum tað fólk vilja selja fyri og tað sýnsmaðurin metir húsini vera verd, tosa vit okkum til sættis, sigur Jonhard Dadl-Jacobsen.

? Tey eru fleiri, sum spyrja seg fyri hjá okkum um eini hús fyri uml. 600.000 krónur, men í dag er ógvuliga trupult at útvega eini slík. Og eru eini til sølu, fara tey beinanvegin, sigur Jonhard Dal-Jacobsen.

Húsini, ið verða seld í dag, eru av øllum slag, men størsti eftirspurningurin er eftir húsum, ið eru uml. 10 ára gomul.

? Fólk vilja helst hava, at húsini liggja væl fyri, men hinvegin støddin hevur eisini nógv at siga. Teir flestu keypararnir eru ung fólk, men nógv tilkomin eru ímillum, ið hava hug at flyta úr einum ov stórum húsum í eini minni, sigur Jonhard Dahl Jacobsen.


Umframt sakføraraskrivstovur og ognarsølur, sum eitt nú SetHúsaSøluna og Húsamekling, verða nógv hús og grundstykki seld privat.