Stórur munur á úrslitunum á heimavølli og á útivølli

Fleiri dupultuppgerðir vóru í EM-undankappingini hesaferð, og tað var ikki bara hjá Føroyum at stórur munur var á úrslitinum og avrikinum á heimavølli og á útivølli

Tað verður ofta sagt, at í hondbólti er serliga stórur munur á at spæla á heimavølli og á útivølli í altjóða dystum, bæði hjá landsliðum og hjá felagsliðum.

 

Hetta sást hjá føroyska manslandsliðnum, ið heima í høllini á Hálsi vann ein minniligan 28-26 (15-9) sigur á Rumenia, men endaði við at tapa 17-25 (10-14) fyri Rumenia á útivølli.

 

Hetta var sanniliga eisini galdandi fyri okkara nærmastu grannar. Íslendingar vóru farna mikukvøldið í EM-undanbólki 3 fyri einum heldur skelkandi 17-22 (10-12) tapi fyri Kekkia á útivølli. Í dag møttust liðini aftur í Laugardalshøllini í Reykjavík, og Ísland vann greitt 28-19 (15-12). 

 

Noreg tapti farna hóskvøld í EM-undanbólki 2 24-25 (14-12) fyri Serbia á útivølli. Í dag vunnu norðmenn stórsigur 35-25 (17-12) á Serbia á heimavølli. 

 

Í EM-undanbólki 6 vann Georgia á heimavølli stórsigur 32-18 (16-7) á Litava. Í dag møttust liðini í Litava, og í dag vann Litava ein trivaligan 35-27 (13-9) sigur.

 

Farna hóskvøld vann Finnland á heimavølli í EM-undanbólki 2 30-27 (11-13) á Slovakia. Í dag vann Slovakia á heimavølli ein sannførandi 32-25 (13-14) sigur á Finnlandi.

 

Í bólkinum hjá Íslandi, bólki 3 vann Estland farna hóskvøld á heimavølli 30-28 (16-12) á Ísrael. Í dag vann Ísrael á heimavølli 29-27 (15-13) á Estlandi. 

 

Í undanbólki 1 vann Turkaland farna mikukvøld við neyð og deyð 30-29 á Luksemborg á útivølli. Í dag vann Turkaland á heimavølli stórsigur 31-20 (17-8) á Luksemborg.

 

Bert nøkur dømi úr rúgvuni sum staðfesta, at tað hjá øllum landsliðum, eisini tí føroyska er ein risastórur munur at spæla á heimavølli og á útivølli. Fyri okkara menn er tað eisini alt avgerandi, at teir 1.800 áskoðararnir sum vera til alt avgerandi EM-undankappingardystin móti Ukraina í høllini á Hálsi 26. apríl eru áttandi maðurin hjá føroyska manslandsliðnum í tí mest týðandi dystinum hjá føroyska manslandsliðnum nakrantíð.