Stórur partur av teimum deyðu eru kvinnur og børn

- Av teimum fyrstu 8000, sum lótu lív í krígnum í Gazageiranum, vóru næstan 70 prosent kvinnur og børn, sigur ST

ST hevur staðfest, at næstan 70 prosent av øllum teimum fyrstu 8000, sum vórðu dripin í krígnum í Gazageiranum, vóru kvinnur og børn.

 

Sambært palestinsku myndugleikunum í Gaza er talið av deyðum nú komið upp á stívliga 43.000, og fleiri enn 100.000 eru særd í krígnum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at sambært ST-hákommiserinum fyri mannarættindum (OHCHR) hevu Ísrael eisini brúkt ólóglig vápn móti palestinum.

 

Sagt verður, at í minsta lagi 24 álopum hevur Ísrael brúkt tað, tey rópa hvítt fosfor, sum er í stríð við mannarættindini í einum kríggi.