Súsanna Bertholdsen nýggj landsstýriskvinna

Tað verður Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna hjá Javnaðarflokkinum, sum tekur við sum landsstýriskvinna eftir Ingiliín Didriksen Strøm

Tað var tann 24. oktober, at Ingilín Didriksen Strøm mátti leggja frá sær, tá tey bæði tjóðveldistingfólkini, Erling Eidesgaard og Liljan Weihe, boðaðu frá, at tey tóku undir við misálitisuppskoti frá andstøðuni á hana.

 

Sum skilst verða broytingar gjørdar í landsstýrinum soleiðis, at Súsanna Bertholdsen verður landsstýrikvinna í heilsumálum, meðan Margit Stórá flytur úr Heilsumálaráðnum í Umhvørvismálaráðið.

 

Klokkan 14 seinnapartin fer løgmaður at tilnevna nýggju landsstýriskvinnuna.