Tað hevur ljóðað, at vátt var komið í reiðrið í sambandi við samanleggingina av Sumba og VB, men í kvøld verður stovnandi aðalfundur av nýggja felagnum, og einki hald tykist verða í leysatíðindunum.
Gomlu nevndirnar hjálpa tí nýggju
Í sambandi við stovnandi aðalfundin av nýggja felagnum verður vald ein 7-mannanevnd at standa fyri leiðsluni av nýggja samanlagda felagnum.
Av teimum sjey nevndarlimunum verða fýra úr teimum gomlu nevndunum í ávíkavist VB og Sumba. Tveir úr Sumba og tveir úr VB, meðan tríggir teir seinastu verða nývaldir.
Sagt verður, at hetta verður gjørt fyri at hjálpa nýggju nevndini í uppstartinum av nýggja felagnum, og seinni verður nevndin so minkað nakað.
Stovnandi aðalfundurin av nýggja samanlagda felagnum verður í VB-húsinum í kvøld klokkan átta.
Sjálvt um felagið ikki er formelt sett á stovn enn, so hava teir tó sent minstukrøvini frá UEFA inn til Fótbóltssambandið, tí evstamark fyri at senda hesi inn er í dag.
Eisini nýtt fólk
Vant hevur verið í eina tíð suðuri í Vági, men tað er ikki fyrr enn nú í seinastuni, at uppmøtingin til venjingina hevur verið nøktandi. Sum skilst var eitt sindur av ónøgd við, at serliga sumbingar vóru heldur seinir at koma í gongd við venjingina, men hetta tykist alt at verða í lagi nú.
Tað er danin, John Christensen, ið venur Sumba/VB, og hann hevur eisini fingið fatur á onkrum nýggjum spælara. Talan er um ein afrikanskan spælara, sum tað tó ikki hevur eydnast okkum at fáa nærri upplýsingar um.
Í sambandi við samanleggingina av Sumba og VB er tó eingin avtala gjørd um, hvussu nógvir spælarar úr Sumba og hvussu nógvir úr Vági skulu verða á liðnum, men tað man verða lítið at ivast í, at tað er kærkomið hjá nýggja venjaranum, at hópurin helst verður væl breiðari, enn hann var í fjør, tá ið tað bara var VB.