- Vit hava fingið stak góða móttøku á teimum trimum sjúkrahúsunum. So, um vit ikki hava fingið nóg mikið at vita, er tað okkara egna skyld, sigur formaðurin í fíggjarnevndini, Óli Breckmann.
Hann sigur, at tey nú kenna seg betur fyri til at royna at finna eina loysn á teimum trupulleikum, sum sjúkrahúsini hava drigist við.
Tað hevur verið frammi, at eingir pengar eru til útbúnað til nýbygda partin av Landsjúkrahúsinum. Men hetta væntar fíggjarnevndarformaðurin verður loyst við eini verklagslóg, sum vónandi verður løgd fyri tingið skjótt.
Ein verklagslóg er ein bindandi játtan, ið ger tað møguligt at tilrættaleggja innkeyp av tólum v.m., so nýggi bygningurin kann takast í nýtslu næsta ár.
Krav um neyva
fíggjarstýring
- Orsøkin til kunningarferðina var ljóta uppgávan, sum fíggjarnevndin fekk seint í fjør, tá neyðugt varð at játta 44 milj. kr. útyvir verandi játtan, sigur Óli Breckmann
Hann sigur, at tað kann einki sjúkrahús ella almennur stovnur bjóða játtandi myndugleikanum - og rokna við at sleppa væl frá tí.
- Vit vóna, at tað nú er sjúkrahúsleiðslunum púra greitt, at vit vænta eina
betur fíggjarstýring enn í fjør, sigur hann.
Eisini roknar fíggjarnevndin við, at tað hereftir verður betur samsvar millum
avgerðarrættin hjá leiðsluni og ábyrgdini av peninganýtsluni.
Nú fer fíggjarnevndin at viðgera ta vitan, tey hava fingið og fer at koma við eini fráboðan til landsstýrismannin um krav um neyvari fíggjarstýring.
- Vit fara eisini at koma við uppskoti um, hvussu heilsuligi myndugleikin
og fíggjarliga ábyrgdin kunnu fylgjast, sigur hann.
- Tað er ein sannroynd, at síðan trístreingjaði leiðslubygnaðurin varð
settur í verk, hevur minni samsvar verið millum játtan og nýtslu. Hesum
mugu vit koma til lívs, so skattaborgarin veit, hvat hvør einasta króna, ið verður játtað sjúkrahúsverkinum, verður nýtt til, sigur Óli Breckmann at enda við Sosialin.