Stríðast enn fyri gullinum

Hóast fleiri vildu vera við, at hepnið var við EB/Streymi, tá teir fingu stigini við sær úr Gundadali, so vildi Leif Niclasen ikki uttan víðari skráseta sigurin sum ein hepnan av slagnum.

- Talan var kanska ikki um okkara besta dyst, men vit leveraðu ein ordiligan arbeiðsinnsat. Sjálvandi skal hepni til, men vit arbeiða hart ígjøgnum allan dystin, og so haldi eg, at sigurin er uppiborin.

Tit hava verið øgiliga trilvandi í ár, men nú eru tit so nummar tvey. Er tað ein nøktandi støða hjá tykkum?

- Tað er í øllum førum eitt plástur á sárið, eftir at vit hava verið so trilvandi, eftir at vit í fjør vunnu FM. Men enn hava vit matematiskan møguleika at vinna gullið, og so leingi, sum møguleikin er har, so er tað gullið, sum vit arbeiða ímóti, segði Leif Niclasen.