Stríð í Sjálvstýri: Bjørn útihýstur av vallistanum

Sleppur ikki at stilla upp til løgtingsvali

Bjørn á Heygum sleppur ikki at stilla upp fyri Sjálvstýri til løgtingsvalið. Tað boðar flokkurin frá í tíðindaskrivi í dag, aftaná at flokkurin hevur havt landsfund við Gjógv

Avgerðin fellir í kjalarvørrinum av, at Bjørn á Heygum alment hevur verið frammi og funnist at leiðslustílinum hjá Jógvani Skorheim, formanni floksins, og avgerðini ikki at lata Magna Laksáfoss innivist í flokkinum. Sjónarmið í landsnevndin nú tekur frástøðu frá.

- Landsnevndin samtykti eisini, at Bjørn á Heygum ikki umboðar sjónarmið Sjálvstýris í almenna rúminum, og at hann ikki kann stilla upp fyri Sjálvstýri, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

Harumframt verður upplýst, at flokkurin hevur hugt nærri at virkseminum í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, har Bjørn á Heygum er formaður.

- Á fundinum kom annars fram, at Streymoyar Sjálvstýrisfelag hevði havt tveir aðalfundir, og fundarstjórin staðfesti, aftaná at hava gjøgnumgingið tilfarið, at aðalfundurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4. desember 2018 var lógligur og viðtøkuførur, skrivar flokkurin.

Aftaná landsfundin skipaði landsnevndin seg eisini av nýggjum. Pól Jákup Poulsen er formaður, Zakarias Wang er næstformaður, og Sven Dahl er kassameistari. Hini í nevndini eru Martin Sonny Frederiksen, Arnfríð V. Hentze, Petur Sjúrður Lamhauge og Jógvan Skorheim, floksformaður.