Løgtingsins umboðsmaður heitir á Løgtingsskrivstovuna um at viðgera umsóknina hjá einum fyrrverandi landsstýrismanni um eftirløn av nýggjum.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin ætlar sær at gera sær dælt av serligu regluni fyri tænastumenn, at teir kunnu fara frá við eftirløn tá teir gerast 60 ára gamlir. Gamla lógin segði, at um aldurin á landsstýrismanninum + tvær ferðir starvsaldurin í landsstýrinum og løgtinginum er yvir 95, kann hann fara frá við fullari eftirløn longu sum 60 ára gamal. Sama lóg er enn galdandi fyri løgtingsfólk.
Nú ætlar so ein fyrrverandi landsstýrismaður sær frá við eftirløn og heitir á løgtingsskrivstovuna um at bera so í bandi. Løgtingsskrivstovan og Fíggjarmálaráðið nokta tó at eftirlíka ynskjum hansara.
Umsøkjarin var fyrst varamaður á tingi, og sat síðani á tingi í tvey valskeið. Tá lá leiðin í landsstýrið, har hann sat í góð sjey ár, áðrenn hann aftur fór í løgtingið at sita í sjey ár afturat.
Tað eru tey sjey síðstu árini í løgtinginum, sum stríð er um. Løgtingsskrivstovan vil vera við, at grundarlagið fyri útrokningini av eftirlønini, er starvsaldurin, tá umsøkjarin fer úr starvinum sum landsstýrismaður. Tí skulu seinastu sjey árini í løgtinginum ikki telja við, sigur løgtingsskrivstovan.
Og telja tey ikki við, so nær hann ikki upp á hasi neyðugu 95 árini, men eini seks ár mangla framvegis í.
Hetta vildi umsøkjarin ikki góðtaka og heitti á løgtingsins umboðsmann um at kanna málið.
Umboðsmaðurin hevur sett seg inn í lógina og metir, at um ivamál eru, skulu tey koma borgaranum til góðar. Tí heldur Sólja í Ólavsstovu, at tey sjey árini eiga at telja við í útrokningini, so leingi sum tað ikki er greitt tilskilað, at tey ikki skulu tað.
Hon skuldsetir løgtingsskrivstovuna og Fíggjarmálaráðið fyri at tulka lógina til egnan fyrimun fyri at spara pengar, men heldur, sum nevnt, at ivamál eiga at koma borgaranum og ikki myndugleikunum til góðar.
Løgtingsins Umboðsmaður heitir tí á Løgtingsskrivstovuna um at taka málið upp til nýggja viðgerð.