- Eg havi góðar vónir um at kunna leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar í dag
Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, nú samráðingarnar um nýggjar sáttmálar um skipararnar, stýrimenninar og maskinmeistararnar á Strandferðsluni, nú skjótt hava vart í tvey samdøgur.
Hann sigur, at viljin at finna semju er stórur og tí hevur hann vónir um at kunna leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar einaferð í dag.
Annars hevur hann ikki latið so væl at, men í gjárkvøldið varð tónin ein annar og tá tóktist sum um at glið var komin á, og huglagið er tað sama í morgun.
Tað hevur verið nógv tosað um at gera eina varandi skipan sum tryggjar, at Strandferðslan ikki verður løgd aftur av verkfallið.
Og á tingsins røðarapalli í gjár fingu partarnir eini greið og týðilig boð frá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum um at taka málið í álvara og at finna eina varðandi loysn.
Les eisini: Samráðingarnar ganga væl
Í hesum sambandi hevur verið tosað um at gera manningina til tænastumenn, ella okkurt sum líkist tí, so at tey ikki kunnu fara í verkfall.
Men skulu fakfeløgini siga fverkfalsrættin frá sær, fara at at keyvja eyka løn fyri tað og tað er her, hundurin liggur grivin.
Vit spurdu Terja Sigurðsson um hesin parturin er við í samráðingunum, sum nú eru ímillum Fíggjarmálaráðið og manningarfeløgini.
Men semingsmaðurin hevur ongar viðmerkingar yvirhøvur til innihaldið í samráðingunum.