STREIKA - SKATTALÆTTI :

Seinastu lønarsamráðingar og streika vísa, at neyðugt er við skattalætta og príseftirliti.

Ein kann fara 3 ár aftur í tíðina og spyrja, hvat valorrustan tá lovaði.

 

Marjus Dam,

løgtingsmaður

??????????????


Seinastu lønarsamráðingar og streika vísa, at neyðugt er við skattalætta og príseftirliti.

Ein kann fara 3 ár aftur í tíðina og spyrja, hvat valorrustan tá lovaði.

Jú, Fólkaflokkurin lovaði, at skattalættin uppá 500 milliónir, ið var farin fram undir Sambandssamgonguni frá 94 til 98, seinast við sjómannaskattinum, skuldi halda fram, so allir føroyingar, um teir komu framat, vórðu teir næstu, ið skuldu merkja skattalættan. Veljarin gav teimum av hesi orsøk 8 tingmenn og møguleikan at leiða samgonguna.

3 ár eru nú farin. Føroyingurin hevur ikki sæð nevnivert til skattalætta, undantikið tað, ið andstøðan hevur framprovokerað.

Seinastu 3 árini er reallønin helst minka, so fólk hava minni eftir í sín part, enn áðrenn núsitandi samgonga tók við. Helst tí sum mest skal fyllast upp í loysingarkassan.

Talan er um eina skeiva gongd.


Skattalætti er neyðugur:

Streika er nú í landinum. Tað eru røddir bæði fyri og ímóti. Men øll eru samd um, at betri hevði verið, at ongin streika var.


Skattatrýst:

Um vit hyggja eftir skattatrýstinum her á landi, so nevndi Karstin Hansen, fíggjarmálaráðharri, eftir seinastu "samráðingar" við danir, at eftir útrokningum hjá T & S, er skattatrýstið hjá føroyingum hægri enn í Danmark. T.v.s. at fólk her á landi hava minni eftir, tá avgjald er latið til myndugleikarnar í Føroyum, enn í Danmark - væl at merkja, um lønin er hin sama.

Men tá lønarlagið í Føroyum er lægri enn í Danmark, merkir tað, at reallønin er lægri.

Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, nevndi ein morgun í ÚF, at t.d. ein trailarakoyrari í DK fekk 200 kr um tíman í løn. Tað saman var galdandi fyri truck og kranaførarar. Í Føroyum fáa hesi fólk uml 90 kr. Tað skal ikki tað stóra roknikynstri til fyri at síggja, at fyri sama arbeiði fær danin eftir skatt útgoldið meira, en føroyingurin fær í tímaløn áðrenn skatt. Nú skal eg ikki siga, at alt í Føroyum skal vera sum í grannalandi okkara. Men vørurnar í Føroyum kosta ofta meira enn í Danmark. So skal arbeiðandi fólki fáa meira pening ímillum hendurnar, so kann tað almenna geva sítt íkast við t.d. at lækka skattin hjá øllum og hækka botnfrádráttin.


Príseftirlit:

Samstundis verður, eftir míni hugsan, neyðugt við einum príseftirlitið, ið tryggjar, at vørurnar ikki hækka órímiligt, eins og ein hevur varhuga av er galdandi ídag, hvørja ferð, ið lønarvøkstur er.

Tað tykist sera hugstoytt, at skattalætti av nøkrum bert verður nýttur sum valagn. Tá so somu persónar sita í hægstu sessum, so fáa aðrir skyldina fyri at onki hendir á hesum øki. Samstundis, sum skattgjaldarin veit, at loysingareksperimenti fer at kosta eina so stóra skattahækking, at ongin orkar at bera byrðuna.


Verri kappingarføri - økt landskassayvirskot:

Tað er sera harmiligt, og ikki sørt skaðiligt, at ongin skattalætti verður framdur. Nú fer so aftur yvirskot landskassans at økjast við stórum parti av lønarvøkstrinum, ið endar í almennu kassunum. Goldið við niðursettum kappingarføri, ið rakar serliga privatu vinnuna, eins og tann privata, hart.

Ein kann ikki vænta, at núsitandi samgonga viðurkennir, at alt ov høga skatta og avgjaldstrýstið bæði er óneyðugt og skaðiligt fyri okkara land. Sjálvandi fer fíggjarmálaráðharrin aftur at ávísa eitt enn størri yvirskot á landskassaroknskapinum.


Men merkir ikki stóra almenna yvirskotið, eitt tilsvarandi minni yvirskot hjá arbeiðandi føroyinginum og vinnuni?

Minni pening til at seta í verk møguligar nýggjar privatar vinnugreinir?

Higartil kunnu vit bert staðfesta eitt: Skattalættin hjá hesi samgongu var valagn og sápubløðra.

Vit kunnu staðfesta, at okkara skattatrýst smb Karstin Hansen er hægri enn í Danmark - og við lægri lønum er realintøkan nógv lægri enn í Danmark.

So kom nú við skattalættanum. Tað eru vit mangir í andstøðuni, ið vilja taka undir við - eisini tá vit sita í samgongu.

Væntandi er, at skattalættauppskot aftur verða løgt á Føroya Løgting beinanvegin í komandi setu. Í hvussu so er av andstøðuni.

TÍ SKATTURIN ER NEVNILIGA ALT OV HØGUR!