Strømmen vann seg upp á triðja plássið

Liðið hjá Hera Hjalt Mohr vann 3-0 á heimavølli ígjár

Strømmen mátti í heimadysti móti Gjøvik-Lyn í triðbestu norsku fótbóltsdeildini ígjár klára seg uttan Hera Hjalt Mohr.

 

Heri sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at hann hevur fingið eitt strekk í liðbandið í knænum, men hann vónar at vera klárur aftur skjótt.

 

Tað gekk tó framúr væl hjá Strømmen, ið vann greiðan 3-0 sigur á Gjøvik-Lyn. Strømmen skoraði øll trý málini teir fyrstu 19 minuttirnar av dystinum. 

 

Strømmen er triðfremst í bólki 2 í triðbestu norsku fótbóltsdeildini við 23 stigum fyri 13 dystir. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Skeid Oslo sum hevur 30 stig. 

 

Fremsta liðið flytur beinleiðis upp í næstbestu deildina aftaná lokna kapping. Næstfremsta liðið spælir um uppflyting. 

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Strømmen á útivølli móti Stjørdals Blink.