Kai Vágfjall
kv@olivant.fo
--------
Vit kenna øll ta syndarligu og sváru kreppu, sum grannar okkara fyri vestan komu í fyri ikki so langari tíð síðani. Beinan vegin vístu føroyingar teimum samhuga og hjálp við at bjóða teimum eitt lán uppá kr. 300.000 milliónur. Hetta munar lítið, í teirri støðu við teirra botnleysu skuld, men hetta var, hóast alt, ein mikil moralskur stuðul. Fløvin var so mikið stórur, at tað hevur vakt stóran ans í Ísland og í øðrum londum við. Føroyingar eru nú væl umtóktur har á landi sum ongantíð fyrr. Ja, summir handlar í Reykjavík geva serligan avsláttur til føroyingar.
Persónliga haldi eg, at hetta átti ikki at verið eitt lán, men heldur ein gáva, tí vit hava fingið so nógv frá íslendingum gjøgnum árini.
Danir stóra skuld:
Soleiðis stóð at lesa í Sosialinum í síðstu viku. Danir skylda 223 milliardir krónur, og merkir hetta, at hvør dani skyldar meira enn 40.000 krónur, visti blaðið at siga. Aftur her áttu vit føroyingar, hóast hart sperdir, at víst dønum sama moralska stuðul, sum vit vístu íslendingum. Hetta kundu vit gjørt, við at yvirtikið øll málsøkir eftir trimum, fýra árum, til blokkurin kom niður á null.
Hvat fyri afturljóð hetta uppskotið hevði fingið, veit eg ikki – neyvan fær tað nóg stóra undirtøku. Tí í staðin fyri síggja vit ávísar kensluleysar føroyskar politikarar hava ætlanir um at sleppa niður í danska pengakassan at ræna frá einum fólki, sum stendur í stórari skuld, fyri síðani at gjara út og egna sær nakrar bíligar atkvøður upp á annan mans kostna.
Hóast góðar 600 milliónur kr. ikki muna serliga nógv hjá dønum, hevði hetta hóast alt verið ein moralskur stuðul, á sama hátt sum vit vístu íslendingum.