Stuðul til orðabókagerð

Til at stuðla teimum fámentu málunum í Norðurlondum játtar Norðurlendska ráðharraráðið stuðul til orðabókagerð

Í 2000 er hesin stuðul 800.000 kr. Fámentu málini eru í hesum sambandi føroyskt, grønlendskt, íslendskt, sámiskt og finnlandssvenskt. Fólk, sum arbeiða við føroyskum orðabókum, einmálsligum ella tvímálsligum, ella sum

ætla sær undir tílíkt arbeiði, kunnu sostatt søkja um stuðul. Í umsóknini eigur verkætlanin at vera væl lýst, eitt nú eigur nágreiniliga at verða mett um arbeiðstíð og kostnað. Neyðugt er ikki, at verkætlanin verður liðug í ár, men best er, um hon byrjar í ár. Umsóknarfreistin er 1. august.

Tað er Málráð Norðurlanda, sum umsitur stuðulin, og umsóknir skulu

sendast við vanligum posti til:


Nordisk språkråd

Postboks 8107 Dep,

N-0032 Oslo

Ella við telduposti til:

hauge@sprakrad.noEg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.