Tinghellukronikkin
Gordon Ejdesgaard
gordonejdesgaard@hotmail.com
.
Búskaparfrøðingar hava júst sagt frá. Teir mæla ikki til at lata stuðul til " kraddararnar". Burtursæð frá hesum sera óhepna orðavali, so hava hesir principielt rætt. Men eg skal royna at greiða frá, hví teir hóast alt ikki hava rætt, eftir míni metan. Vit eiga ikki at lata okkum gerast bangin av mistøkunum í 70?unum. Vit eiga at hugsa um støðuna, sum hon er í dag.
Leiðslan í einum hvørjum privatum virki eigur ikki at fella fyri studningsfreistingini. Hetta er óneyðugt at siga. Allir vilja vera leysir av landskassanum, letur tað seg gera. Men var eg eigarin av einum rækjutrolara, sum var við at fara á heysin, og stjórin undir mær ikki hevði kannað allar møguleikar fyri bjarging, so hevði hann ikki gjørt arbeiði gott nokk. Herundir at spyrja landsstýrið um hjálp til raksturin.
Vit eiga at minnast til, at ein møguligur studningur skal setast upp móti einari virðisøking av veiðuni hjá skipunum. Hetta merkir hýruna til manningina og lønina til tey, sum arbeiða á landi í hesum sambandi. Og herundir skattin til kommunur og land. Umframt nýtsluna hjá familjum og harvið inntøku hjá handlum, og MVG til landskassan.
Her hava vit eina samantvinnan av virkisbúskapi og landsbúskapi. Nakað flestu politikkarar kalla tað landsbúskaparliga íkasti. Eg skal ikki koma nærri inn á tað tekniska í hesum.
Men bert at siga nei til stuðul, er ikki nokk. Tað letur seg gera at rokna seg fram til, um ein eigur at lata studning ella ei. Tó skal sigast, at nógvir óvissir faktorar eru í hesum roknistykki.
Men óansæð niðurstøðuna kunnu vit ikki vita, hvussu verður við rækjuprísinum komandi. Hvar vóru vit um skipini fóru á húsagang (manningin gerst arbeiðsleys) og rækjuprísurin hækkaði munandi? Her eiga vit at vera varin. Heldur lata stuðul og síggja tíðina an. Kann gott vera at vit vera glað fyri, at vit hava skipini í flotanum um eitt ella tvey ár. Hetta stendur ikki í nakrari lærubók innan búskap, mær vitandi. Men taka vit ikki kjansin, kann úrslitið verða, at vit missa meira fyri minni.
Eg skal nevna nøkur dømi um lond, sum veita studning beinleiðis ella óbeinleiðis: Airbus flogverksmiðjan í Fraklandi var ikki til uttan munandi studning. Concorde var ikki til uttan studning. Grikkar framleiða tubbak bert við studningi. Volvo og Saab vóru uttan iva ikki til uttan sera lagaligar avgjaldsskipanir, sum bert eru galdandi fyri teir. Boeing verksmiðjurnar vóru farnar á húsagang, um ikki amerikanska stjørnin brúkti milliardir til innkeyp. Renault bilverksmiðjurnar vóru ikki til uttan studning. Danskir bóndir fáa milliardir í studningi. Føroyskir bóndir fáa studning og vit lata ókeypis ráðgeving til virkir á landi. Bert fyri at nevna nøkur dømi.
Føroyska fiskivinnan er kanska ein heilag kúgv. Men vit eiga at vera realistisk. Vit tosa um høvuðsvinnuna. Uppgávan her er politisk. At veita studning tá tað er neyðugt. Og so standa ímóti, tá teir, sum ikki eiga at fáa studning frá objektivum kriterium og eini realpolitiskari metan, søkja studning.
Rækjuvinnan eigur ikki at fáa serviðgerð. Men sakliga objektiva viðgerð óheft av skrekkscenariunum í 70?unum. Eg rokni við, at reiðararnir skilja óttan hjá skatta-borgaranum. Og vit skattaborgarar eiga at síggja umsóknirnar sum ein positivan reellan møguleika framhaldandi at hava arbeiðsplássini á sjógvi og landi.
Eg vil enda hesa grein við einum ynski um at vit nýta orðið studning og ikki afturbering. Tað er reelt at søkja studning. Eingin grund er til at krógva, at vit ynskja at varveita rækju-flotan, letur hetta seg gera.