Alexander Stubb er fyrsti svensktmælti forsetin síðani Mannerheim

Í Álandi valdi ein stórur meiriluti tó hitt forsetavalevnið, Pekka Haavisto

Finska forsetavalið er av á hesum sinni, og fyri fyrstu ferð síðani finska tjóðarhetjan, Carl Gustaf Mannerheim var forseti, hevur Finnland ein forseta sum er svensktmæltur.

 

Nývaldi forsetin, Alexander Stubb er finnlandssvenskari í faðirætt, og í móðirætt av einari ætt, ið hevur finskt sum sítt móðirmál. Alexander Stubb dugir sostatt bæði tey almennu málini í Finnlandi, finskt og svenskt flótandi. 

 

Hóast bert umleið seks prosent av finska fólkinum, íroknað Áland hevur svenskt sum sítt móðirmál, so er svenska málið tryggjað í finsku grundlógini.

 

Alexander Stubb er sostatt betri fyri málsliga enn nakar annar finskur forseti. 

 

Síðani 1946 hava bara verið forsetar, ið hava havt finskt sum sítt móðirmál.

 

Hinvegin helt Carl Gustaf Mannerheim sína fyrstu almennu røðu á finskum so seint sum í 1939, tá hann var ovasti finski hernaðarleiðarin undir finska vetrarkrígnum, ið var veturin 1939-1940, tá Sovjetsamveldið leyp á Finnland. Mannerheim sum livdi millum 1867 og 1951 var sostatt 72 ára gamal, tá hann í finska ríkisútvarpinum helt røðu fyri finska fólkinum.

 

Hóast 55 ára gamli Alexander Stubb er svensktmæltur, so fekk hann ikki góða undirtøku í Álandi, ið er tann mest svensktmælti parturin í finska ríkinum. Nærum 59 prosent av álendsku veljarunum valdu ígjár hitt valevnið, Pekka Haavisto. Pekka Haavisto stóð seg betri í útjaðaranum, meðan Alexander Stubb stóð seg betur í teimum størri býunum.

 

Vallutøkan til forsetavalið var 70,7 prosent í Finnlandi, og 65,3 prosent í Álandi.

 

##med2##

 


 

 

Carl Gustaf Mannerheim (1867-1951)