Studentar skipa fyri familjudegi

Familjudagur í Kollafirði verður leygardagin.Tiltakið verður í bjargingarhúsinum í Kollafirði frá kl. 12.00 – 18.00

 

Tað er 10q í Hoydølum, sum skipar fyri tiltakinum. Endamálið er at skipa fyri tiltaki, sum familjur kunnu njóta gott av.

 

Á skránni verður ponyríðing, loppumarknaður, bilvask, andlitsmáling og fiskibrunnur. Kaffi, te, sunkist, kakao og køkur verða til sølu.

 

Hetta upplýsir 10q í Hoydølum.