Stuldur í SMS: Funnu fleiri aðrar lutir hjá persóninum

Mikudagin var ein persónur tikin fyri stuldur í einum handli í SMS. Tað vísti seg, at hann eisini hevði aðrar lutir, sum løgreglan heldur, at hann hevur tikið frá onkrum

 

Løgreglan fekk skjótt fatur á tí persóninum. Og tá tey kannaðu hann nærri, vísti tað seg, at hann hevði fleiri aðrar lutir, sum løgreglan hevur mistanka um, at hann hevur tikið onkustaðni. Sjálvi sigur persónurin seg einki kenna til lutirnar.

– Tala er millum annað um fýra dýr og fín elektrisk spøl til tráður, sum kosta fleiri túsund krónur stykki. Men trupulleikin er, at vit hava onga fráboðan fingið um, at hesir lutir eru stolnir, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Talan var eisini um tríggjar bjargingarvestar, og tí kunnu lutirnir verða tiknir úr onkrum báti, heldur vaktleiðarin. Men tað kann sjálvandi eisini vera úr onkrum handli, leggur hann afturat.

Lutirnir, sum viðkomandi hevði tikið í handlinum í SMS vóru ein fartelefon og onkrir aðrir ellutir.