Stúra fyri at fólk liggja í leivdunum av kirkjuni

Fleiri fólk, sum vóru í kirkjuni, tá maðurin fór at skjóta og setti eld í kirkjuna, ikki komin afturíaftur

Í minsta fimm fólk lótu lív, tá ein maður koyrdi inn í eina kirkju í Michigan í USA og fór at skjóta. Maðurin, sum framdi álopið, fekk eisini stundir at seta eld í kirkjuna, áðrenn hann varð skotin av løgregluni.

 

Sambært Reuters eru fleiri fólk, sum vóru í kirkjuni henda dagin, tá maðurin fór at skjóta og setti eld í kirkjuna, ikki komin afturíaftur.

 

Løgreglan sigur, at maðurin koyrdi beint inn í kirkjuna í bili og byrjaði at skjóta móti kirkjufólkunum, áðrenn hann tilvitað sett eld í kirkjuna, sum skjótt stóð í ljósum loga.

 

Talið av deyðum er vaksið, síðan løgreglan fyrstu ferð kunnaði um hendingina, og í einari dagføring í gjárkvøldið visti løgreglan at siga, at enn eitt lík er funnið í leivdunum.

 

Tann, sum verður hildin at hava skotið og sett eld á kirkjuna, og sum løgreglan skeyt, er sambært løgregluni 40 ára gamli, Thomas Jacob Sanford, veit CNN at siga.

 

##med2##

 

Stúrt verður fyri, at talið av deyðum fer at veksa, tá funnið er fram til júst, hvørji fólk eru saknað, og kanningarnar av leivdiunum av tí, sum er eftir av kirkjuni, eru lidnar.

 

CNN veit at siga, at higartil er talan um eini sjey fólk, sum ikki eru komin afturíaftur og sum stúrt verður fyri liggja í leivdunum.

 

Tíðindastovan veit eisini at siga, at brotsmaðurin helst brúkti bensin fyri at festa eld í kirkjuna, og sum skilst hevur løgreglan eisini funnið spreingievni á staðnum.